Fóðurflakin Kleivin opin fyri vitjandi mánadagin tann 8. juni

Fóðurflakin Kleivin opin fyri vitjandi mánadagin tann 8. juni

04.06.2020

Mánadagin tann 8. juni kl. 15-18 bjóða Bakkafrost og JT electric øllum áhugaðum umborð á ein av heimsins størstu fóðurflakum

Leygardagin 30. mai kom ein av heimsins størstu fóðurflakum, Kleivin, á Klaksvík. Flakin er fyrrverandi bulkskip og er umbygt til ein fóðurflaka í Póllandi.

Fóðurflakin er 84 metrar langur og 11 metrar breiður og lastar 900 tons av laksafóðri umframt 5 tons av rognkelsisfóðri. Hann hevur átta fóðurlinjur umframt rognkelsisfóðurskipan. Flakin er sera væl útgjørdur við nýggjastu tøknini, ið JT electric á Kambsdali hevur ment. Fóðurskipanin er sjálvvirkandi og kann stýrast og síggjast av landi við teldu ella snildtelefon. Sostatt verður eingin umborð á flakanum í tí dagliga rakstrinum, har hann kemur at røkja fóðringina av laksinum í aliringunum hjá Bakkafrost í Haraldssundi. Men um neyðugt er hjá fólki at vera umborð, eru allir hentleikar eisini umborð.

Mánadagin tann 8. juni kl. 15-18 verður flakin opin fyri øllum, ið hava áhuga at sleppa umborð at síggja framkomnu tøknina og hentleikarnar umborð. Eisini verður ein kaffimunnur og eitt lítið ábit at fáa.

Flakin liggur við bryggju á Norðhavnini í Klaksvík.