Virðisketan hjá Bakkafrost

Bakkafrost stýrir allari virðisketuni frá egnari framleiðslu av fiskamjøli, -lýsi og -fóðri og til sølu og marknaðarføring av lidnum VAP-vørum. At hava tamarhald á allari virðisketuni verður mett týdningarmikið fyri at kunna tryggja tilgongd, sporføri og stýring av dagliga framleiðslurenslinum. Bæði keyparar og framleiðsluvirkir eru bundin av dagligari tilgongd av laksi og eru fullkomiliga bundin av einum støðugum streymi av tiknum fiski.

Góðskan á fiskinum er úrslit av øllum virkseminum, frá framleiðslu av fiskamjøli og fiskalýsi til hagreiðing av fiskinum. Skjalprógv og sporbari frá lidnu vøruni og aftur til rognini og sjálvt aftur til rávørurnar í laksafóðrinum hjá Bakkafrost er umráðandi hjá kundunum og tí eisini hjá Bakkafrost.

At hava tamarhald á allari virðisketuni ger Bakkafrost ført fyri at gera langtíðarsáttmálar við kundar og at fara inn í langtíðarsamstarv uttan at muga líta á triðjapart fyri at tryggja góðsku og veitanartrygd. Haraftrat gevur hetta betri møguleika fyri at gagnnýta framleiðslutólini í allari virðisketuni og forðar fyri, at bestu loysnirnar ikki verða nýttar á øllum kostnaðarøkjum.

Fiskamjøl og lýsi

Sum nakað serstakt virkar Bakkafrost sítt egna fiskamjøl og fiskalýsi, sum verður nýtt í laksafóðrinum hjá felagnum. Hetta gevur Bakkafrost fult tamarhald og fulla ábyrgd av øllum liðum í framleiðsluni. Fiskamjøl og lýsi verður framleitt á virkinum hjá Havsbrún í Fuglafirði, sum Bakkafrost keypti í 2011.

Les meira
Fóður

Fóðrið er eitt av týdningarmestu liðunum í aling av laksi, bæði tá ið hugsað verður um kostnað og góðsku. Virkið hjá Havsbrún í Fuglafirði framleiðir alt fóðrið, ið verður nýtt til laksin hjá Bakkafrost.

Yngul og Smolt

Bakkafrost eigur tilsamans seks smoltloyvi. Bakkafrost samtakið rekur seks smoltstøðir, sum hava eina samlaða framleiðsluorku á umleið 12 milliónir smolt um árið.

Les meira
Aling

Tær 18 alistøðirnar hjá Bakkafrost eru í mið-, norður- og suðurøkinum í Føroyum. Í miðal kann hvør alistøð við núverandi skipan og framtíðarmeting framleiða umleið 3.000 tons í kruvdari vekt um árið.

Les meira
Brunnbátar

Bakkafrost eigur 4 brunnbátar. Nýggjasti og størsti er Hans á Bakka ið varð bygdur í 2015. Hans á Bakka kann lasta 450 tons av livandi laksi.

Les meira
Kryvjing

Allur fiskurin verður hagreiddur á kryvjivirkjunum í Vági, Kollafirði og á Glyvrum. Virkini kunnu tilsamans kryvja upp til 150.000 tons um árið.

Les meira
Virðisøking og góðsking

12.000m² stóra virkið til virðisøking (VAP) á Glyvrum hevur eina framleiðsluorku á 100 tons av skræðu- og beinfríum 125g vakuumpakkaðum portiónum í smápakningi um dagin (tvær vaktir).

Les meira
Kassavirki
Søla og flutningur

Bakkafrost hevur 2 søluskrivstovur, eina á Glyvrum í Føroyum, ið røkir alheimsmarknaðin, og eina í Stóra Bretlandi, ið røkir marknaðin í Stóra Bretlandi. Søluskrivstovan í Stóra Bretlandi varð keypt í endanum á 2012.