Ársaðalfundur (AGM)
Ársaðalfundurin er hægsti stýrandi og avgerandi myndileiki í Bakkafrost. Á ársaðalfundinum hava partaeigarar møguleika fyri at ávirka viðurskifti í fyritøkuni, gera viðmerkingar, seta spurningar og atkvøða. Bakkafrost mælir øllum partaeigarum til at luttaka á ársaðalfundinum fyri at útinna teirra atkvøðurætt, antin persónliga ella við umboðan.
Samvært viðtøkum felagsins, skal ársaðalfundurin haldast áðrenn endan av mai mánaði.
Innkallað verður til aðalfundar við minst 3 vikurs og hægst 5 vikurs varningi.
Nevndin boðar til fundar við aðalfundarlýsing í einum ella fleiri av teimum størru føroysku dagbløðunum.
Aðalfundarlýsingin skal innihalda fundarskrá við tilskilan av fundarstaði og tíð. Verða uppskot at viðgera, ið til samtyktar krevja serligan meiriluta, skal hetta tilskilast í fundarboðunum.
Uppskot frá partaeigarunum skulu fyri at koma til viðgerðar á aðalfundi vera nevndini í hendi í seinasta lagi 6 vikur, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Eykaaðalfundur verður hildin um avgerð er tikin um hetta av aðalfundinum, nevndini ella grannskoðara felagsins, ella um 5% av partapeninginum seta fram krav um hetta. Áheitan frá partaeigarum um eykaaðalfund skal sendast skrivliga til nevnd felagsins við fráboðan um, hvat evni skal viðgerast. Nevndin skal boða til eykaaðalfundar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at krav er sett fram um hetta.
Frá tí at partabrøv felagsins eru skrásett á Oslo Børs, og so leingi sum partabrøvini framhaldandi eru skrásett á Oslo Børs, skal innkallingin til ársaðalfund og sjálvur ársaðalfundurin, umframt at fylgja teimum krøvum sum framganga av viðtøkunum, eisini fylgja teimum krøvum, sum til eina og hvørja tíð verða sett av Oslo Børs.
ÁRSAÐALFUNDUR 2024
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2024
Fráboðan um ársaðalfundin 2024
Tilmeldingarskjal og fulltrúða til ársaðalfundin 2024
ÁRSAÐALFUNDUR 2023
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2023
Fráboðan um ársaðalfundin 2023
Tilmeldingarskjal og fulltrúða til ársaðalfundin 2023
ÁRSAÐALFUNDUR 2022
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2022
Fráboðan um ársaðalfundin 2022
Tilmeldingarskjal og fulltrúða til ársaðalfundin 2022
ÁRSAÐALFUNDUR 2021
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2021
Fráboðan um ársaðalfundin 2021
Tilmeldingarskjal og fulltrúða til ársaðalfundin 2021
ÁRSAÐALFUNDUR 2020
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2020
Fráboðan um ársaðalfundin 2020
Tilmeldingarskjal og fulltrúða til ársaðalfundin 2020
EYKAAÐALFUNDUR 2019
Fundarfrágreiðing frá eykaaðalfundinum 2019
Tilmeldingarskjal og fulltrúða til eykaaðalfundin 2020
ÁRSAÐALFUNDUR 2019
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2019
Fráboðan um ársaðalfundin 2019
Tilmeldingarskjal og fulltrúða til ársaðalfundin 2019
ÁRSAÐALFUNDUR 2018
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2018
Fráboðan um ársaðalfundin 2018
ÁRSAÐALFUNDUR 2017
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2017
Fráboðan um ársaðalfundin 2017
ÁRSAÐALFUNDUR 2016
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2016
Fráboðan um ársaðalfundin 2016
ÁRSAÐALFUNDUR 2015
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2015
Fráboðan um ársaðalfundin 2015
ÁRSAÐALFUNDUR 2014
Fundarfrágreiðing frá ársaðalfundinum 2014
Fráboðan um ársaðalfundin 2014