Størv

Bakkafrost er millum størstu laksaalifeløg í heiminum og fremsta laksaalifelag í Føroyum. Vit hava longstu virðisketu í vinnuni og bjóða nógvar ymsar starvsmøguleikar í samtakinum. Okkara høvuðsvinnuøki eru framleiðsla av fiskamjøli, lýsi og fiskafóðri, aling og góðsking av laksi, søla og marknaðarføring.

Til tess at varðveita okkara leiðandi marknaðarstøðu, tørvar Bakkafrost íðin, dugnalig og samvitskufull starvsfólk við ymiskum royndum og førleikum.

Opnar umsóknir

Okkara arbeiðsuppgávur spenna vítt, og vit hava starvsfólk innan nógvar ymiskar fakbólkar. Hevur tú áhuga í at arbeiða hjá okkum, ert tú vælkomin at senda eina umsókn við CV til job@bakkafrost.com

Umsóknin verður goymd í 6 mánaðir, og um vit í hesum tíðarskeiði hava leys størv, sum hóska til tínar førleikar, seta vit okkum í samband við teg.

Starvslæra
Les meira
Logistikklærlingur

Nú hava vit eitt sera spennandi lærupláss tøkt til tín, sum ynskir at arbeiða í einum spennandi altjóða umhvørvi. Vit søkja eftir einum lærlingi innan speditión til okkara logistikktoymi, sum er partur av Søludeildini.

Les meira
Dekkari til "Bakkabrúgv"

Dekkari til "Bakkabrúgv", sum vaskar nótir á okkara alibrúkum. 

Les meira
HR umsitari

Vit søkja eftir einum dugnaligum og nærløgdum starvsfelaga at arbeiða við HR uppgávum, greining og umsiting.

Les meira