Føddur í 1967. Føroyingur. Kom í nevndina í 2009 og hevur verið formaður síðan tá. Nevndarskeiðið endar í 2025. Verður mettur sum verandi óheftur. Formaður í nevndini hjá vinnufelagnum Tjaldur. Limur í Grannskoðaranevndini.
Útbúgving:
MSc. í búskaparfrøði og virkisleiðslu, Copenhagen Business School. Postgraduate, Lancaster University.
Tal av partabrøvum í Bakkafrost:
Átti 10.761 partabrøv við árslok 2023.
Rúni M. Hansen hevur drúgvar altjoða royndir innan vinnugreinarar sjógæti og orku og eina breiða vitan frá altjóða handilsvinnu. Hann var millum annað limur í Equinor’s Exploration Executive team. Meðan hann var hjá Equinor (fyrrverandi Statoil) hevur hann havt sæti í London, Keypmannahavn, Oslo og Føroyum.
Rúni M. Hansen er limur í Global Compact´s Platform for Sustainable Ocean Business hjá ST.
Hann er nevnarformaður í felagnum Mintra, sum hevur sítt virksemi innan e-læring og starvsfólkaumsiting við serligari áherðslu á trygdarfokuseraðar vinnur.