Valnevnd
Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin hava 3-5 limir, ið skulu vera partaeigarar ella umboða partaeigarar felagsins.
Limirnir fyri valnevndina, herundir formaðurin fyri nevndina, verða valdir av aðalfundinum.
Valskeiðið fyri limirnar í valnevndini skal vera 2 ár, uttan so at aðalfundurin tekur aðra avgerð. Valskeiðið roknast frá valinum og heldur uppat við endanum av ársaðalfundinum í tí árinum, sum valskeiðið gongur út. Hóast valskeiðið er útgingið, skal viðkomandi limur halda fram í valnevndini, til aðalfundurin hevur valt ein nýggjan lim.
Á ársaðalfundinum 30. apríl 2024 varð Gunnar í Liða afturvaldur sum formaður í valnevndini og Rógvi Jacobsen afturvaldur sum valnevndarlimur, báðir í tvey ár.
Valnevndin ger tilmæli til ársaðalfundin um val av nevndarlimum, samsýning til nevnd felagsins og um val av limum til valnevndina.
Uppskot til valnevndina skulu vera valnevndini í hendi seinasta lagi 31 januar.
Samsýning til valnevndina verður ásett av aðalfundinum. Leiðreglurnar fyri arbeiðið hjá valnevndini er ásett í viðtøkum felagsins.
Limir í valnevndini eru:
Gunnar í Líða (Formaður)
Eyðun Rasmussen
Rógvi Jacobsen
Leif Eriksrød