Hví Bakkafrost laks?

Laksurin er upprunaliga úr Norðuratlantshavi, hann fær heilsugott fóður, ið vit vandaliga taka úr sjónum kring Føroyar. Hesar smáu oyggjarnar við brøttum bergum liggja mitt í Norðuratlantshavi, har hart og kalt rák heldur sjógvin reinan.

Um Bakkafrost
Les meira
Leskiligur

Góður smakkur, mjúkur fiskur og leskiliga frískligur litur. Laksur kann mynda allar máltíðir: frá máltíðini, ið tekur 10 minuttir eftir arbeiðstíð, til eina máltíð eitt leygarkvøld, tá ið tú gevur tær góðar stundir.

Fastleikin og eftirlagingarevnini í laksinum ger hann lokkandi íkast í eina og hvørja máltíð og gevur sonsunum eina gastronomiska uppliving, ið ertar bæði eygu, kropp og fram um alt smakkleykirnar.

Ein og hvør gourmet-kokkur veit, at laksur slær ikki falskar mentir. Laksurin frá Bakkafrost skarar framúr, er sjaldsama smakkgóður, og snøggliga verður sagt: “hann smakkar av Føroyum”. Smakkurin hevur eftirráka av havi.

Føðslugóður

Laksur er føðsluríkur og framúr góð protein-, vitamin- og mineralkelda, sum gevur tær "stimbursveiggj", av heilsugóðari kraft. Serliga áhugaverdar eru omega-3 feittsýrurnar, ið stimbra heilan, smyrja liðirnar og minka vandan fyri hjartasjúkum. Eingi antibiotika ella eftirgjørd íblandingarevni (non-gmo) verða nýtt, tí er laksurin frá Bakkafrost so sunnur, sum laksur kann vera.

Hóskar væl

Laksurin er pakkaður í stykkir í ymsari stødd, og tað gevur brúkaranum ørgrynni av møguleikum at matgera. Stoktur, glóðstoktur, dampaður, brúnkaður, svertaður, bakaður, kókaður ella ráur, laksur kann njótast á so mangan ymiskan hátt.

Frá sushi til búffar, liturin og fastleikin og smakkurin geva eina heilt serliga matuppliving. Stutt og greitt: laksur er góður matur og skjótur at matgera.

Hvat ger laksin frá Bakkafrost so serstakan?

Laksur frá Bakkafrost er helst tann allarbesti, sum til er, og til at tryggja góðskuna, hava vit á Bakkafrost sameint túsund ára gamla sjósiðvenju við nútíðar tilgongd til mat. Vit búgva og arbeiða fram við firðunum, har vit ala laksin. Vit leggja okkum eftir tí fullkomna, og vit taka ta tíð og ta orku, ið krevst, til at framleiða dygdarvørur.

Laksur frá Bakkafrost er vøra, ið kemur so nær tí villa laksinum, ið til ber. Havið sílar kalt og reint millum oyggjarnar. Júst tað rætta umhvørvið til at ala lýtaleyst reinan laks. Við hava eyguni við hvørjum smáluti, og eingin betri laksur er í alivinnuni.