Visti tú?
Okkara mál er, at samfeløgini styrkjast vegna okkara virksemi, og vit nýta ein heildarfrymil viðvíkjandi virðisskapan.
Vit fara framhaldandi at leggja dent á at skapa og varðveita virðir í búskapinum hjá staðbundnu samfeløgunum. Aliøki okkara liggja á fjarskotnum og viðkvomum økjum. Vit virða týdningarmikla leiklutin, sum laksaaling hevur í hesum fjartliggjandi økjum, og leggja dent á at vera ein virkin og fevnandi partur av okkara staðbundnu samfeløgum.
Okkara mál er, at samfeløgini styrkjast vegna okkara virksemi, og vit nýta ein heildarfrymil viðvíkjandi virðisskapan. Vit stuðla mongum ymiskum søkum, ið hava týdning og ávirkan á samfeløgini, sum vit virka í, og vit miðja ímóti at stuðla søkum, sum eru í tráð við málini hjá ST fyri burðardygga menning.
Vit stuðla serliga:
Millum høvuðsíløgurnar er granskingarverkætlan á Fróðskaparsetri Føroya, ið hevur til endamáls at kanna ávirkanina av laksaaling á umhvørvið og møguligu ávirkanina, sum veðurlagsbroytingar fara at hava á føroyska alivinnu. Talan er um trý-ára verkætlan. Og í september 2021 kunngjørdi føroyski útbúgvingarstovnurin “Nám” við stuðli frá Bakkafrost ein nýggjan talgildan læringarpall til børn í fólkaskúlanum. Endamálið er at skapa økta tilvitsku og fatan av burðardyggum matarskipanum, herundir serliga aling.
Í Skotlandi halda vit fram við at stuðla lokalum samfeløgum gjøgnum okkara “Community Fund”.
Vit taka okkara leiklut í lokalu samfeløgunum í størsta álvara, og vit miðja eftir at geva okkara íkast til búskapirnar og menningina av samfeløgum, bæði í Føroyum eins væl og í Skotlandi. Hetta gera vit millum annað við at keypa lokalar tænastur og vørur, og vit halda fram við at geva okkara íkast til menningina gjøgnum Sunt Lív grunnin.