Góðskustig

Fyri at tryggja góðskuna hevur Bakkafrost sameint eina túsund ára gamla sjósiðvenju við nútíðarliga tilgongd til mat. Vit búgva og arbeiða fram við firðunum, har vit ala okkara laks. Vit leggja doyðin á tað fullkomna og taka ta tíð og brúka ta orku, ið krevst til at framleiða fyrsta floks vørur.

Bakkafrost kann breggja sær av at stýra hvørjum einasta liði í allari laksaframleiðsluni. Vit geva laksinum føði, sum er fiskað í køldum, reinum, føroyskum sjógvi. Úrslitið er tann leskiliga vøran á borðiskinum. Alt, vit gera, verður gjørt við burðardygd í huga, hvør stakpartur, í jagstranini eftir tí fullkomna.

Góðkenningar

LýsingGóðkenning
ASC Certificate - Lambavík A04
ASC Certificate - Undir Síðu A05
ASC Certificate - Gulin A06
ASC Certificate - Hvannasund Suður A11/21
ASC Certificate - Kunoyarnes A12
ASC Certificate - Borðoyarvík A13
ASC Certificate - Trongisvágur A15
ASC Certificate - Hov A18
ASC Certificate - Vágsfjørður A19
ASC Certificate - Hvalba A23

ASC Certificate - Gøtuvík A25/47
ASC Certificate - Fuglafjørður A57
ASC Certificate - Árnafjørður A63
ASC Certificate - Funningsfjørður A71
ASC Certificate - Haraldssund N A72
ASC Certificate - Hvannasund Norður A73
ASC Certificate - Selatrað A80
ASC Certificate - Kolbanagjógv A81
ASC Certificate - Undir Neslandinum A85
ASC Chain of Custody 
Integrated pest management for the control of sea lice - Faroe Islands
Integrated pest management for the control of sea lice - Scotland
Authorisation for Food Production FO125
Authorisation for Food Production FO189
HACCP Statement FO125
HACCP Statement FO189
Certificate of Approval of Own Check Programme FO125
Global GAP - Bakkafrost
BRCGS - GLOBAL STANDARD for FOOD SAFETY - Food Certificate FO125

IFS Certificate of Approval FO189

IFS Certificate of Approval FO125

ISO 9001
ISO 14001
ISO 45001
FDA Certificate of Registration FO125
FDA Certificate of Registration FO189
Kosher Certification
GLOBALG.A.P. NON-GM/“Ohne Gentechnik” - Processing
GLOBALG.A.P. NON-GM/“Ohne Gentechnik” - Sites

 

ASC

Laksaalingin hjá Bakkafrost á Gøtuvík er ASC (Aquaculture Stewardship Counsil) góðkend. Hon varð fyrsta ASC góðkenda alistøð í Føroyum.

ASC standardur varð mentur í samstarvi við WWF (World Wildlife Fund). Standardurin verður hildin at vera tann strangasti í alivinnuni, og greinar 8 høvuðskrøv við yvir 400 støkum punktum við strongum krøvum til fiskaheilsu, lús, smoltframleiðslu, fóðurframleiðslu og umhvørvi.

Umsjónar- og eftirlitsketan hjá Bakkafrost er ASC góðkend og arbeitt verður við at góðkenna fleiri alistøðir

 

Hvat er ASC?

WWF og IDH (Dutch Sustainable Trade Initiative) stovnaðu í 2010 the Aquaculture Stewardship Council (ASC), sum er ein óheftur felagsskapur, sum virkar um allan heim.  

ASC miðar eftir at verða heimsins fremsta góðkenningar- og merkingarskrá fyri matvøru úr sjónum, sum ald er á ábyrgdarfullan hátt. Fyrst og fremst skal ASC stjórna alheimsstandardir fyri ábyrgdarfulla aling, soleiðis sum WWF Aquaculture Dialogues menti teir.

ASC arbeiðir við alarum, sjóvøruframleiðarum, smásølu og mattænastufeløgum, vísindafólki, náttúrufriðingarfólki og brúkarum til tess at:

  • Viðurkenna og løna ábyrgdarfullari aling eftir ASC góðkenningarskránni og at merkja matvøru úr sjónum

  • At varpa ljós á, hvør matur úr sjónum er umhvørvisliga og samfelagsliga bestur at keypa

  • At gera sítt til, at gera marknaðin við mati úr sjónum burðardyggan

 

Endavenda heimsmarknaðin fyri mati úr sjónum

Við sínum samstarvsfeløgum hevur ASC eina framsøkna ætlan um at broyta heimsmarknaðin fyri mati úr sjónum og virka fyri, at fáa fram tað besta umhvørvisliga og samfelagsliga arbeiðið í alivinnuni.  Tað merkir, at nøgdirnar av mati úr sjónum, sum hava váttan fyri, at tær eru framleiddar á ábyrgdarfullan hátt,  verða størri, og at virkað verður fyri at brúka ASC búmerkið. Búmerkið sendir síni greiðu boð til viðskiftafólk um umhvørvisligu og samfelagsligu ábyrgdina, sum løgd er í vøruna, tey keypa.

 

Gera veruligan mun

ASC er so mangt annað enn bara ein eind, sum ansar eftir fyrisettum standardum. ASC broytir alivinnuna við síni marknaðargrundaðu tilgongd. Felagsskapurin setur skorður undir hetta arbeiði við:

Trúvirði
ASC standardur eru mentur eftir leiðreglunum hjá ISEAL við fleir-áhugapørtum, gjøgnumskygni og at granskinargrundað avrik verða flættað inní.

Virknisdygd
Tá ið farið verður beinleiðis eftir høvuðsárinunum frá vinnuni, minkar ASC tey umhvørvisligu og samfelagsligu merkini, sum handilslig alivinna setur eftir seg.

Meirvirði
Brúkaramerkið hjá ASC ger sítt til at birta undir ábyrgdarfult arbeiðslag – tað bindur saman aliplássið og marknaðin. 

 

Kelda: www.asc-aqua.org