03.01.2022
Tann 23. desembur 2021 undirskrivaði Bakkafrost eina avtalu um keyp av partabrøvunum í Munkebo Seafood A/S. Keypið er gjørt saman við Michael Karlsen, sum hevur verið dagligur leiðari í Munkebo Seafood seinastu mongu árini. Partabrøvini eru keypt frá Paul Lybech, sum umvegis DP Holding Danmark A/S hevur verið partur av Munkebo Seafood í nærum 25 ár. Avtalan varð gjøgnumførd 1. januar 2022.
Munkebo Seafood A/S var stovnað í 1979, og hevur síðani stovnan virkað við niðursjóðing av fiskavørum á virkinum í Munkebo á Fjóni. Felagið rekur í dag eitt framkomið niðursjóðingarvirki, og hevur eitt breitt vøruúrval. Ein stórur partur av framleiðsluni byggir á laks. Bakkafrost hevur seinasti árini verið ein av størstu veitarunum hjá Munkebo Seafood, og felagið passar tí væl inn í virðisketuna hjá Bakkafrost og aðalmálinum um at verða framleiðari av liðugvørum. Við einari vaksandi framleiðslu av laksi í Føroyum og í Skotlandi komandi árini, verður rávørugrundarlagið undir framleiðsluni hjá Munkebo Seafood styrkt.
Michael Karlsen heldur fram som dagligur leiðari í Munkebo Seafood, nú við einum ognarluti á 10%. Virksemið á Munkebo Seafood heldur fram óbroytt. Munkebo Seafood hevur 40 starvsfólk, og vørurnar verða í høvuðsheitum seldar á evropeiska marknaðinum til matvøruhandlar. Munkebo Seafood hevði í 2019 ein brutto vinning á 13,7m kr, við einum rakstrarvinningini áðrenn fíggjarligar útreiðslur og skatt á 2,1m kr, og í 2020 ein brutto vinning á 18,5m kr, við einum rakstrar avlopið áðrenn fíggjarligar útreiðslur og skatt á 4,8m kr. Felagið hevur munandi tøka framleiðsluorku til framtíðar vøkstur.
Við keypinum av Munkebo Seafood kann Bakkafrost økja um vøruúrvalið av liðugt vørum. Bakkafrost bjóðar í dag feskan, frystan og royktan laks, og nú legst niðursjóðaður laksur afturat. Bakkafrost hevur eitt altjóða sølukervi, og vørurnar frá Munkebo Seafood fara nú at verða bjóðaðar út á einum størri marknaði sum ískoyti til hinar liðugvørurnar frá Bakkafrost.
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum og hevur harafturat umfatandi alivirksemi í Skotlandi.
Bakkafrost samtakið hevur fulla virðisketu frá fiskamjøl og lýsi, til laksafóður, kynbøta arbeiði og rognaframleiðslu, til aling, virking og sølu. Bakkafrost hevur virksemið í Føroyum, Skotlandi, Englandi, USA og nú eisini í Danmark. Bakkafrost samtakið hevði undan yvirtøkuna 1.644 starvsfólk (ársverk).