17.04.2020
Frá mánadegnum 20. apríl fer Bakkafrost at bjóða øllum starvsfólkum í Føroyum screening fyri koronavirus aðru hvørja viku. Hetta arbeiðið verður gjørt til tess at tryggja, at Bakkafrost framhaldandi er eitt gott og trygt stað at starvast. Harumframt ynskir Bakkafrost eisini at stuðla málinum um at fáa so nógv sum møguligt kannað til tess at forða fyri smittuspjaðing, eins og heimsheilsustovnurin WHO hevur mælt til.
Screeningin verður gjørd í samstarvi við Pál Weihe, lækna og professara í fólkaheilsu, og føroysku heilsumyndugleikarnar.
-Hetta er eitt gott átak, sum tænir tveimum endamálum. Í fyrstu atløgu at tryggja framleiðsluna og raksturin hjá Bakkafrost, og í øðrum lagi vil ein lutfalsliga stór kanning av fólkinum virka sum ein skjøldur móti spjaðingini av koronavirus í Føroyum, sigur Pál Weihe.
Starvsfólk fáa tilboð um at verða kannað av heilsustarvsfólki aðru hvørja viku hesar komandi tveir mánaðirnar. Sostatt kann hvørt starvsfólk verða kannað fýra ferðir.
Royndirnar verða kannaðar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og úrslitini verða send til Pál Weihe, sum goymir tey sum heilsuupplýsing á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum kann brúka úrslitini í síni víðari gransking.
Starvsfólk, ið verða staðfest við smittuni, fáa boð beinanvegin.