12.000m² stóra virkið til virðisøking (VAP) á Glyvrum hevur eina framleiðsluorku á 100 tons av skræðu- og beinfríum 125g vakuumpakkaðum portiónum í smápakningi um dagin (tvær vaktir).
Høvuðskeypararnir til hesar vørur eru handilsketur í Evropa. Møguleikar eru at fara til onnur økir og nýggjar keyparar; men av tí at eftirspurningurin frá okkara núverandi kundum er vaksin so skjótt, hevur strategiin hjá Bakkafrost seinastu árini verið at plikta seg fult til núverandi kundar heldur enn at økja talið av kundum.
Ein annar týðandi partur av marknaðinum fyri VAP vørurnar eru ídnaðarkundar, sum keypa heil fløk til víðari framleiðslu og hjávørur. Hesin marknaðurin er mentur seinastu sjey árini, og allar hjávørur verða nú seldar við avlopi. Hesir kundarnir eru mest úr Evropa ella Fjareystri.
Felagið ætlar at halda áfram at uppstiga virðis- økingarpartin fyri at verða ført fyri at nøkta tørvin á marknaðinum. Bakkafrost ynskir at økja VAP-framleiðsluorkuna úr núverandi uml. 20.000 tonsum í kruvdari vekt av rávøru til 30.000 tons í kruvdari vekt. Tí verður eitt nýtt VAP-virki bygt við síðuni av kryvjivirkinum á Glyvrum. Umframt, at framleiðsluorkan verður økt, verður VAP framleiðslan munadyggari og fer at tryggja, at virkið framvegis liggur á odda í góðsku. Nýggja virkið verður ætlandi latið upp seint í 2016.