Aling

Tær 18 alistøðirnar hjá Bakkafrost eru í mið-, norður- og suðurøkinum í Føroyum. Í miðal kann hvør alistøð við núverandi skipan og framtíðarmeting framleiða umleið 3.000 tons í kruvdari vekt um árið.

04 - Farming_02.jpg

04 - Farming.jpg

Fiskurin svimur í stórum aliringum, har hann verður fóðraður og ansaður, og eru hesir ringar ríkiliga stórir til, at fiskurin kann vaksa í 16-18 mánaðir. Hetta tíðarskeiðið veksur fiskurin frá 125 gramm til tað, sum Bakkafrost miðar eftir skal verða miðalvektin, sum er umleið 6,0-6,5 kg í livandi vekt. Hendan vektin, sum Bakkafrost miðar eftir, verður mett at geva tað besta støddarbýtið, so at tað bæði nøktar tørvin á feskfiskamarknaðinum og á innanhýsis VAP framleiðsluni.

Vanliga verður tann størri fiskurin seldur sum feskur, og tann minni fiskurin verður nýttur sum rávøra í VAP framleiðsluni. Fiskurin verður fóðraður fleiri ferðir um dagin, og áhaldandi eftirlit er við fóðurnýtsluni. Síðan nýggi veterineri leisturin varð settur í verk í 2003, er biologiski fóðurfaktorurin lækkaður frá umleið 1,2 til umleið 1,13, og minkar hetta um fóðurkostnaðin við umleið 8,5%. Hetta verður mett vera beinleiðis avleiðing av betraðu fiskaheilsuni.

Í allari framleiðslutíðini verður hvør árgangur hildin fyri seg á hvør sínum firði, og eftir at allur fiskurin á einum firði er tikin, verður fjørðurin ónýttur í 2-4 mánaðir, til eitt nýtt ættarlið verður sett út. Byrjað varð í 2003 við hesum framferðarhátti, og sjónsku avleiðingarnar eru betri vøkstur, lægri felli og betri gagnnýtsla av fóðrinum. Í miðal hevur fellið verið minni enn 10% hjá øllum føroyskum alarum, síðan nýggi veterineri leisturin varð settur í verk.

Høvuðsendamálið við alingini er at ala laks við lágum fóðurfaktori og lítlum felli. Bakkafrost metir umhvørvið hava stóran týdning, og til tess at náa hesum máli ger Bakkafrost sítt ítarsta til at skapa og varðveita fiskinum eitt heilsugott umhvørvi. Í tráð við altjóða reglur verða umhvørviskanningar gjørdar av uttanhýsis fyritøkum á hvørjum ári á hvørjum einstøkum aliøki. Úrslitini av hesum kanningum verða nýtt í skipaðum ætlanum fyri at náa best møguligu úrslitini fyri umhvørvisburðardyggari aling.

Eisini skulu umhvørvismyndugleikarnir hvørt ár góðkenna eina 3-ára framleiðsluætlan hjá føroysku laksafyritøkunum.

Golfstreymurin veitir støðugar umstøður alt árið og eina góða sjógóðsku. Hitin í sjónum er støðugur og sveiggjar bert 4⁰C um árið. Kaldast er vanliga í mars – um 7,2⁰C – og heitast – um 11,1⁰C – er seinastu summarmánaðirnar.

Aliøkini eru stór og eru før fyri at bera nøgdirnar, ið verða aldar á hvørjum einstøkum øki. Lívfrøðiliga støðan í Føroyum gevur møguleika at ala fisk størri enn miðal, sum ger eindarkostnaðirnar og lívfrøðiliga fóðurfaktorin lægri og gevur eitt fyrstafloks úrslit. Henda heilt serstaka lívfrøðiliga støðan er altavgerandi fyri at halda framleiðslukostnaðinum á verandi støði og at fáa sum mest burtur úr teimum íløgunum, gjørdar verða.