20.02.2018
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2017 gjørdist met gott á 1.378 milliónir krónur í mun til 1.165 milliónir krónur fyri 2016. Fallandi laksaprísurin í 2017 hevði stóra ávirkan á negativu virðisjavningina av biomassanum, og tí gjørdist úrslitið fyri 2017 eftir skatt 511 milliónir krónur.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Bakkafrost hevði eitt gott ár í 2017. Laksaprísurin var methøgur fyrra hálvár, men lækkaði ógvusliga seinna hálvár. Avbjóðingar hava verið í árinum bæði við seiðalús og ILA. Týdningurin av góðum veterinerum kørmum kann ikki yvirmetast. Bakkafrost mátti taka allan alifiskin á einum aliøki í skundi við lágari miðalvekt fyri at tryggja, at sjúka ikki breiddi seg. Hetta viðførdi stórar eykaútreiðslur fyri felagið. Liðugvørudeildin hevði positivt rakstrarúrslit í hesum ársfjórðingi fyri fyrstu ferð síðan 2015. Eitt gott kappingarføri er avgerandi fyri vinnuna.
Langa virðisketan hjá felagnum vísti enn einaferð sítt virði. Havsbrún hevði sera gott ár í 2017. Arbeitt verður við at víðka virðisketu felagsins við avtaluni, sum er gjørd um føroysku lívfiskaætlanina. Tað fer at krevja bæði pening og ídni at menna føroysku lívfiskaætlanina, men vit halda, at hetta er ein spennandi verkætlan, sum fer at geva okkum avkast í longdini.“
Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 1.233 milliónir krónur í 2017 samanborið við 1.114 milliónir krónur í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 75 milliónir krónur fyri 2017 í mun til eitt rakstrarhall á 201 milliónir krónur í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í 2017 var 266 milliónir krónur samanborið við 248 milliónir krónur í fjør.
Fyri fjórða ársfjórðing 2017 var samlaða rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost 331 milliónir krónur samanborið við 350 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2016. Tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2017 var 11.470 tons, og fyri alt árið tók felagið 54.615 tons samanborið við 47.542 tons í 2016.
Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 13. apríl 2018, fer nevndina at skjóta upp, at 10,50 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta verður eitt samlað vinningsbýti á 513 milliónir krónur.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 258 milliónir krónur við ársenda 2017 í mun til 635 milliónir krónur við ársenda 2016. Bakkafrost hevði 1.005 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2017, og solvensurin hjá Bakkafrost var 70%.
Bakkafrost hevur í januar 2018 gjørt avtalu við Nordea um endurfígging av verandi láni á 850 milliónir krónur og 500 millióna virðisbrævaláninum – sum fall til gjaldingar í 1. ársfjórðingi 2018 – við einum nýggjum fimm ára láni á 200 milliónir evrur. Nýggja lánsavtalan kann økjast við 200 milliónum evrum afturat í hesum fimm ára skeiði. Lánsavtalan er treytað av endaligari undirskrift, sum væntandi verður í 1. ársfjórðingi 2018.
ÚTLIT
Marknaðurin
Laksaprísurin lækkaði munandi í øðrum hálvári 2017 frá methøgum støði í 2016 og fyrr í 2017. Lækkingin var væntað orsakað av fallandi eftirspurningi við høga laksaprísinum og øking í tøkuni av laksi. Útboðið av laksi øktist við 12% í 4. ársfjórðingi 2017 í mun til útboðið sama ársfjórðing í fjør. Seinastu greiningarnar hjá Kontali Analyse meta, at tøkan av laksi økist við 6% í 2018.
Aling
Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.
Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2018 verður væntandi um 13,9 milliónir smolt samanborið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 14% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri 2018. Sáttmálastøðan er lækkað samanborið við undanfarin ár, tí nakrir sáttmálar vórðu ikki endurnýggjaðir í 4. ársfjórðingi 2017.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2018 hjá ICES av svartkjafti er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð.
Nýggja laksamjøl og -lýsi framleiðslan á Havsbrún byrjar eftir ætlan í 2. ársfjórðingi 2018, og full framleiðsla verður væntandi í øðrum hálvári 2018. Hendan framleiðsla fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji- og liðugvøruvirkinum á Glyvrum.
Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2018.
Íløgur
Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.
Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja burðardyggan vøkstur, økja um smidleikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so framtíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og atgongdin til altjóða fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Samband:
Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)
Gunnar Nielsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)
Um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum, í Kollafirði og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.