Yvirlýsing viðvíkjandi COVID-19 í Beijing

Yvirlýsing viðvíkjandi COVID-19 í Beijing

16.06.2020

WHO staðfestir, at fleiri kanningar skulu gerast fyri at finna fram til orsøkina til nýggja útbrotið av COVID-19 í Kina. Upprunaliga varð sagt, at smittan stavar frá innfluttum laksi ella pakningi frá innfluttum laksi

“Eg haldi, at vit verða noydd at hyggja eftir, hvat veruliga er hent í hesum førinum. Eg trúgvi ikki, at tað er høvuðsteoriin. Men vit eru noydd at kanna tað”, sigur Mike Ryan, ið er leiðari fyri “Health Emergencies Programme” hjá WHO í sambandi við, at COVID-19 hevur tikið seg upp av nýggjum í Beijing.

Hansara útsøgn er í tráð við tað, sum serfrøðingar søgdu mánadagin. Teir meta, at tað er lítið sannlíkt, at fiskurin í sær sjálvum hevur borið smittuna víðari, og eitthvørt samband við laks kann vera eitt úrslit av eini sonevndari tvørgangandi smittu, har virus verður flutt ótilvitað frá einum luti ella persóni til ein annan lut ella persón.

Í sambandi við tíðindaflutningin, sum hevur verið í sambandi við útbreiðsluna av COVID-19 í Beijing í seinastuni, vilja Global Salmon Initiative (GSI), herundir eisini Bakkafrost, staðfesta hetta:

  • Lokal COVID-19 smitta hevur tikið seg upp í Beijing, og hon er sporað til ein matmarknað í Xinfadi. Kanningar eru gjørdar av starvsfólkum og umhvørvinum á marknaðinum, og av teimum 40 positivu royndunum, var ein tikin frá einum skeriborði, ið varð nýtt til at skera laks.

  • Higartil eru eingir kendir COVID-19 tilburðir staðfestir, har persónar eru vorðnir smittaðir gjøgnum mat ella vatn. Út frá tí núverandi vísindaliga prógvaðu vitan, sum vit hava um COVID-19, er tað mett at vera sera lítið sannlíkt, at smitta kann spreiða seg gjøgnum mat ella drekka. Tí er sjógæti, herundir laksur, framvegis trygt at eta.

  • Sjógæti kann, eins og allar aðrar flatur, bera smittu, um vøran ikki verður handfarin á nøktandi hátt í mun til reinføri, ella um vøran verður handfarin av einum smittaðum persóni.

  • Allir limir í GSI hava bundið seg til at handfara laksin eftir strangastu reglum um reinføri til tess at tryggja, at vørurnar eru tryggar at eta.

  • Í sambandi við COVID-19 smittuna hava allir GSI-limir sett eyka átøk í verk til tess at tryggja heilsustøðuna hjá starvsfólki eins og hjá laksinum. Hesi átøk eru í tráð við leiðreglurnar hjá myndugleikunum og innibera millum annað:
    • Sosiala frástøðu, herundir sundurskiljing av vaktum og sundurskiljing av starvsfólkum í sambandi við matarsteðg
    • Eyka klædnaútbúnaður og maskur er nýtt
    • Arbeiðspláss eru sóttreinsað
    • Persónar, ið eru undir illgruna ella hava fingið staðfest smittuna, eru farnir í sóttarhald
    • Allar fyritøkur hava tætt samstarv við lokalar myndugleikar til tess at tryggja, at allar leiðreglur um reinføri og trygd verða fylgdar

  • GSI-limir framleiða hágóðsku laks og arbeiða út frá fleiri góðkenningum, herundir Aquaculture Stewardship Council (ASC) og Best Aquaculture Practices (BAP) til tess at tryggja, at laksur úr Atlantshavinum, sum verður framleiddur av okkara limum, er eitt ábyrgdarfult, trygt og sunt val.

  • Vit fylgja væl við støðuni, og GSI-limirnir fara framhaldandi at arbeiða í tráð við leiðreglurnar hjá myndugleikunum.