14.06.2016
Á Árnafirði hevur tey seinastu mongu árini verið nógv virksemi. Bakkafrost hevur alt laks, umframt at menn hava fiskað hummara. Hettar virksemi hevur virkað og partarnir hava arbeitt lið um lið uttan trupulleikar.
Aling hevur verið á Árnafirði síðani miðskeiðis í áttatiárunum. Seinastu 16 árini hevur alingin verið í eystaru síðu. Seinnu árini hevur verið arbeitt við at flyta alingina longur út á fjørðin. Flytingin hevur við sær, at alingin kemur út í streymkantin og ger eisini, at alingin flytir seg burtur frá tí øki, har hummarafiskiskapur fer fram. Alingin brúkar nú umleið 4% av tí øki, har fiskiskapur eftir hummara hevur verið, í mun til umleið 13% fram til 2012. Sostatt hava hummarafiskarar í løtuni umleið 96% av økinum, svarandi til 1.691.500 m², tøkt at veiða á.
Tað hevur síðani 2000 verið pláss á Árnafirði til bæði at fiska hummara og ala laks uttan at hetta hevur ávirkað dagliga virksemi stórvegis. Um partarnir halda áfram við at taka fyrilit fyri hvørjum øðrum, verður eisini pláss fyri dagliga virkseminum framyvir.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.