30.05.2016
Vatnnýtslan á nýggju smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond.pdf
Seinastu tíðina hevur verið frammi í fjølmiðlunum um vatnnýtsluna á komandi nýggja smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond. Samanborið hevur verið við til dømis SEV-verkið á Eiði, og ført hevur verið fram, at áirnar verða turrlagdar, tá ið Bakkafrost fer undir virksemið á Strond.
Bakkafrost vil við hesum skrivi gjarna vísa á óheft tøl, so ein kann gera sær eina veruliga mynd av vatnnýtsluni.
Fyrst av øllum vil Bakkafrost staðfesta, at áirnar verða ikki turrlagdar.
Tá ið smoltstøðin á Strond er fult útbygd og koyrir við fullari orku, verða 87 m³ av vatni brúktar um tíman. Til samanbering kann nevnast, at SEV-verkið á Eiði, nýtir 54.000 m³ av vatni um tíman. Ein onnur samanbering kann gerast til smoltstøðina hjá Bakkafrost við Gjógv, ið er væl minni enn komandi støð á Strond. Hóast nýggja støðin verður meira enn 20 ferðir størri enn støðin við Gjógv, so kemur hon at brúka minni av vatni. Hettar er tí, at so nógv framstig eru gjørd innan reinsing og endurnýtslu av vatni.
Fyri ikki at koma í støðuna at hava turrlagt áirnar hevur Bakkafrost biðið ráðgevar kannað, hvussu nógv vatn er í áunum, í mun til hvussu nógv vatn skal brúkast á støðini. Hendan óhefta kanning av vatnmongdini er gjørd av áunum í nærøkinum og er gjørd, tá ið lítið vatn rennur í áunum. Kanningin vísir, at vatnmongdin er 325 m³ um tíman. Sostatt brúkar Bakkafrost, um støðin koyrir við fullari orku, bert ein góðan fjórðing av samlaðu vatnmongdini, tá ið turkur er. Undir vanligum umstøðum, tá ið nógv meira vatn er í áunum, verða bert nøkur fá prosent av samlaðu vatnmongdini brúkt. Afturat hesum, so fer Bakkafrost at gera eina stóra
vatngoymslu á 80.000 m³ beint við støðina, ið kann brúkast, um lítið vatn er.
Sostatt kann smoltstøðin vera virkin meir enn ein mánað uttan at fáa vatn úr áunum.
Hesar óheftu kanningar vísa sostatt, at Bakkafrost bert kemur at taka ein lítlan part av vatninum, og at áirnar tí ikki verða turrar.
FAKTA UM SMOLTSTØÐINA Á STROND:
Bygningurin:
Grundvídd ............................................................... 20.000 m²
Samlað gólvvídd ...................................................... 26.000 m²
Longd á bygningi ........................................................... 290 m
Breidd á bygningi ............................................................ 80 m
Framleiðsluorka:
Samlað kar rúmd ..................................................... 28.760 m³
Vatnnýtsla:
Vatnendurnýtslustig ....................................................... 99,7 %
Vatntørvur .............................................................. 87 m³/tíma
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.