Útbyggingarætlanin gongur fram á

Útbyggingarætlanin gongur fram á

26.01.2016

Vit eru nú komin nakað meira enn hálvvegis ígjøgnum ætlanina, og fleiri stórar verkætlanir eru í gerð og aðrar eru í umbúna.

Endamálið við útbyggingarætlanin av Bakkafrost, sum varð løgd fram á sumri 2013 er:

  • at framleiða størri smolt, at røkka 300g í 2018

  • at lækka lívfrøðiliga váðan

  • at økja aliframleiðsluna stigvíst við 10-15%

  • at økja effektivitetin og tryggja íløguna við at integreraða framleiðslueindirnar á landi

  • at samlaða effektivitetssparingin skal verða millum DKK 70-90 mió. árliga frá 2017

Samanumtikið:

  1. minka um lívfrøðisliga vágan
  2. økja effektivitetin
  3. økja samlaðu framleiðsluorkuna

Útbyggingin á Bakka

Tað gongur við rúkandi ferð við útbyggingarætlanin hjá Bakkafrost. Ta seinastu tíðina hevur M/S Nordvåg verið tvær ferðir á Glyvrum við útgerð frá Stranda í Noregi, sum leverar ymsar tangar og útgerð til nýggja virkið á Glyvrum. Nógvar installatiónir eru ígongd nú, m.a. spillvatn, frystianlegg, ísframleiðsla, VVS og fleiri fyritøkur byrja sínar installatiónir komandi vikurnar.

Installatiónirnar eru nakrar vikur aftanfyri upprunaligu tíðarætlanina, so at byrjanin helst verður tilsvarandi seinkað. Vit hava tó eina vón um at kunna byrja royndarframleiðslu í mei mánað í ár.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01