08.09.2021
Í gjár, 6. september, var framløga í Báta- og Listasavninum í Leirvík, har nýggja undirvísingartilfarið um burðardygga fiski- og alivinnu til 6. flokkar í fólkaskúlanum varð lagt fram. Verkætlanin er eitt samstarv millum Nám, ið hevur havt ábyrgd av frálærufrøðiliga grundarlagnum í nýggja tilfarinum, Tøkni, ið hevur havt ábyrgd av tøkniliga partinum, og Sjókovin, sum hevur havt ábyrgd av innihaldinum.
Rannvá Hansen frá Nám byrjaði við at greiða frá tilgongdini í verkætlanini og teimum krøvum, sum lidna úrslitið skuldi lúka. Millum annað skuldi undirvísingartilfarið leggja dent á burðardygd í fiski- og alivinnu, og harumframt skuldu tey 17 heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning vera partur av nýggja tilfarinum.
Í mun til námsfrøðiliga partin var tað eitt krav, at tilfarið skuldi vera talgilt. Harumframt er dentur lagdur á at nýta nógvar myndir, talvur, uppgávur og spøl í tilfarinum.
Nám hevur samstarvað við fólkaskúlalærarar til tess at góðskutryggja tilfarið, og tveir skúlar hava roynt tilfarið í undirvísingini, áðrenn tilfarið er almannkunngjørt.
Síðani greiddi Ólavur Ellefsen frá Tøkni frá tí tøkniliga partinum av verkætlanini. Umframt at undirvísingartilfarið er talgilt, er tað eisini tøkt hjá almenninginum á heimasíðuni Sjófeingi.fo. Í tøkniligu menningini er dentur lagdur á, at tilfarið skal vera lætt at dagføra. Á henda hátt kann tilfarið nýtast í undirvísingini í nógv ár framyvir.
Síðani greiddi Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, frá innihaldinum. Fiski- og alivinnan eru størstu vinnurnar í Føroyum, og hesar eru sera týðandi fyri føroyska búskapin og fyri framburð í Føroyum. Tí er tað av stórum týdningi, at børn og ung í Føroyum nema sær vitan um hesar vinnur, og at tey kenna týdningin av at reka virksemið í sjónum á burðardyggan hátt.
At enda varð stuttfilmurin “Pápi mín er fiskimaður” vístur. Stuttfilmurin er framleiddur av Marine Stewardship Council (MSC), men er føroyskaður í sambandi við hesa verkætlanina.