28.11.2024
Altjóða miðilin, TIME, hevur í gjár kosið Bakkafrost at vera millum heimsins bestu fyritøkur, tá talan er um burðardyggan vøkstur.
TIME og hagtalsfyritøkan Statista hava valt 500 fyritøkur kring heimin, sum hava víst framúrskarandi avrik innan burðardygd, samstundis sum tær hava varðveitt eina sterka fíggjarliga støðu.
- Henda viðurkenningin vísir, at vit eru á røttu kós, hóast vit framvegis arbeiða miðvíst eftir at gera framstig hvønn dag. Tað snýr seg júst um burðardyggan vøkstur, og tí eru vit ógvuliga fegin um viðurkenningina, sigur Tordis Poulsen, samtaksleiðari fyri burðardygd í Bakkafrost.
Metingin hjá TIME og Statista er grundað á inntøkuvøkstur, fíggjarligt støðufesti og umhvørvisliga ávirkan hjá fyritøkum kring allan heim.
Einans fyritøkur, ið kunnu vísa á gjøgnumskygd tøl úr eitt nú burðardygdsfrágreiðingum, vóru við í metingini. Umhvørvislig ávirkan fevnir í hesum førinum um CO2 útlát (vav 1, 2 og 3), orku- og vatnnýtsla umframt handfaring av burturkasti.
Bakkafrost hevur sett sum mál at minka um beinleiðis útlátið hjá fyritøkuni við 50% áðrenn 2030. Umframt hetta skal óbeinleiðis ávirkanin minkast við 52% pr. tons av framleiddum vørum í sama tíðarskeiði.
Harumframt hevur Bakkafrost sett 355 milliónir krónur av til at fremja neyðuga orkuskiftið í árunum 2024 til 2028.
Les meira her: World’s Best Companies in Sustainable Growth 2025 | TIME