21.06.2022
The Scottish Salmon Company (SSC), sum Bakkafrost keypti í 2019, hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur broytt navn til Bakkafrost Scotland.
Síðani yvirtøkuna hevur samtakið savnað seg um at fáa í lag gott samstarv millum deildirnar í Føroyum og í Skotlandi, at byggja upp kjarnuførleikar umframt útbygging av framleiðslukervinum í Skotlandi til framleiðslu av størri smolti. Navnabroytingin av skotska virkseminum fer at stuðla undir, at samtakið virkar sum eitt felag við aling í tveimum londum, og at málini um burðardyggan vøkstur verða rokkin, umframt at framsøknu íløguætlarnirnar verða framdar.
Sum liður í fimm ára burðardyggu íløguætlanini fer Bakkafrost at gera íløgur á umleið 6,2 milliardir krónur til tess at økja um burðardyggu framleiðsluna av hágóðsku laksi við meira enn 40%. Ein munandi partur av hesum íløgum verða framdar í Skotlandi.
Íløgurnar fara at skapa nýggj størv og búskaparligan vøkstur í útjaðaranum í Skotlandi, umframt at tær fara at styrkja avrikið og betra um dagliga aliraksturin til gagns fyri tey meira enn 600 starvsfólkini, ið starvast á vestursíðuni av Skotlandi og á Hebridunum. Íløgurnar í Skotlandi fara eisini at geva íkast til yvirskipaðu laksavinnuna í Skotlandi.
Bakkafrost metir, at tað framvegis eru nógvir ónýttir møguleikar í skotsku alivinnuni fyri at skapa burðardyggan vøkstur, betra um raksturin og at førleikamenna. Útbygging við sonevndum RAS-skipanum á smoltstøðum, ið tryggja, at meginparturin av vatninum í framleiðsluni verður endurnýttur, er avgerandi fyri at skapa burðardyggan vøkstur. Smoltstøðin Applecross er tann fyrsta við RAS-tøkni, ið fer at framleiða smolt á 500g. Hetta fer at styrkja um fiskaheilsuna og fiskavælferðina umframt at minka um umhvørvisligu árinini av laksaaling.
RAS-tøknin fer framyvir at verða nýtt á øllum smoltstøðum, og kemur hetta at umskipa alingina í Skotlandi. Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost samtakinum, hevur kunngjørt, at næsta nýggja smoltstøðin í Skotlandi skal byggjast í sunnara parti av Skotlandi. Nærri kunning um hesa verkætlan kemur í næstum.
Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost-samtakinum, sigur í viðmerking:
“Vit síggja stórt virði í skotska upprunanum, og sterka marknaðarstøðan hjá skotskum laksi var ein av orsøkunum til, at vit valdu at keypa The Scottish Salmon Company. Harumframt síggja vit góðar møguleikar fyri at gerast fremsti og mest burðardyggi laksaframleiðarin í Skotlandi. Navnabroytingin til Bakkafrost Scotland er ein varði í okkara “One Company”-strategi, ið hevur til endamáls at gagnnýta styrkirnar í báðum feløgum og at deila royndir, soleiðis at vit gerast enn betri. Navnabroytingin vísir eisini, at skotska virksemið nú er ein samantvinnaður partur av Bakkafrost-samtakinum, og vit síggja fram ímóti at síggja úrslitini av okkara íløguætlan, ið fer at skapa størv og vøkstur í lokalsamfeløgunum”.
Fleiri enn 600 fólk starvast í Bakkafrost Scotland. Virksemið er í høvuðsheitum staðsett í vestara parti av Skotlandi og á Hebridunum, har Bakkafrost hevur fleiri enn 60 aliøki. Bakkafrost hevur harumframt júst latið upp nýggja høvuðsskrivstovu í Drumsheugh Gardens í Edinburgh, har meginparturin av umsitingini heldur til.