09.07.2021
Hósdagin 8. juli byrjaðu súkklararnir úr Team Rynkeby teirra árligu súkkluferð. Heldur ikki í ár bar til at fara til París, sum annars hevur verið siðvenja seinastu mongu árini. Ístaðin verður súkklað í Danmark.
Ferðin í ár byrjaði í Klaksvík, síðani varð súkklað út á Toftir, og seinnapartin legði Team Rynkeby leiðina framvið Bakkafrost á Glyvrum, har súkklararnir í teimum eyðkendu gulu búnunum fingu ein lættan bita. Súkkluliðið fer í kvøld við Norrønu til Danmarkar, har tey skulu súkkla 1.260 km tilsamans.
Team Rynkeby er ein vælgerandi verkætlan, ið hevur til endamáls at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Bakkafrost hevur verið fastur stuðul hjá Team Rynkeby seinastu árini, og á hvørjum ári hava starvsfólk frá Bakkafrost verið partur av súkkluliðnum, og soleiðis var eisini í ár.
Ein partur av ætlanini hjá Bakkafrost fyri burðardygga menning er at lata stuðul til ymisk vælgerandi endamál í nærøkinum, og í 2018 stovnaði Bakkafrost ein stuðulsgrunn til tess at økja um stuðulin til endamál, ið hava týdning fyri okkum eins væl og okkara áhugapørtum.
Møguleiki er at søkja um stuðul úr Sunt Lív-grunninum her.
Umsóknir um stuðul verða viðgjørdar sambært politikki, sum tekur støði í okkara ætlan fyri burðardygga menning.
Vit takka Team Rynkeby fyri, at tey vildu vitja okkum og ynskja teimum góða ferð víðari.