Team Rynkeby vitjaði Bakkafrost

Team Rynkeby vitjaði Bakkafrost

06.07.2020

Í dag, mánadagin 6. juli, løgdu súkklararnir frá Team Rynkeby leiðina framvið høvuðssætinum hjá Bakkafrost á Glyvrum, har súkklararnir í teimum eyðkendu gulu búnunum fingu ein góðan laksabita og ein góðan kaffimunn omaná.
Bakkafrost hevur verið ein av føstu stuðlunum hjá Team Rynkeby seinastu árini, og á hvørjum ári hava starvsfólk frá Bakkafrost verið partur av súkkluliðnum.

Team Rynkeby er eitt norðurlendskt vælgerðar súkklulið, sum súkklar við tí endamáli at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Stuðulin frá Bakkafrost fer óskerdur víðari til hetta endamál.

Síðani súkkluliðið varð stovnað í 2002, hevur leiðin gingið til París, men soleiðis er ikki í ár. Orsakað av koronasmittuni í Evropa tók stýrið í Team Rynkeby Fonden ta tungu avgerð í apríl at avlýsa ferðina til París.

- Vit høvdu væntað tað, men tað var sjálvandi sera tungt, tá ferðin varð endaliga avlýst. Vit høvdu øll sæð fram til hendan túrin, sigur Rúni Juul, ið er liðleiðari á Team Rynkeby Føroyar.

Rúni Juul, liðleiðari á Team Rynkeby

Eftir avlýsingina tók liðið avgerð um at súkkla í Føroyum, og súkklararnir hava vant alt várið við góðum treysti.

- Korona hevur sjálvandi ávirkað okkara venjing, men vit hava vant umleið tvær ferðir mitt í viku, og so hava vit súkklað ein longri tein í vikuskiftunum. Tó hava vit ikki havt møguleika at savnast á sama hátt, sum vit plaga, og tí er hetta við at súkkla longri teinar í so stórum bólki faktiskt eitt nýtt upplivilsi hjá fleiri á liðnum, sigur Rúni Juul í viðmerking.

Rundferðin hjá Team Rynkeby í Føroyum byrjaði leygardagin 4. juli, har tey súkklaðu umleið 80 km í Suðuroy. Sunnudagin súkklaðu tey úr Streymnesi til Norðhavnina í Klaksvík, og síðani gekk leiðin aftur til Streymnesar; ein teinur á umleið 90 km.
Í dag súkklaðu tey úr Havn til Bakkafrost á Glyvrum og síðani aftur til Havnar, og í morgin er seinasti teinurin í hesum umfari á skránni, har ætlanin er at súkkla úr Havn til Gásadals og aftur til Havnar.

Allir súkklarar á ársins Team Rynkeby-liði hava fingið bjóðað pláss á liðnum næsta ár, og tey flestu hava tikið av hesum tilboði, greiðir Rúni Juul frá, og leggur afturat, at allur stuðulin fer beinleiðis til gransking og viðgerð av børnum við álvarsligum sjúkum, og harafturat fer nakað av peningi til umlætting av familjunum.

Ein partur av ætlanini hjá Bakkafrost fyri burðardygga menning er at lata stuðul til ymisk vælgerandi endamál í nærøkinum, og í 2018 stovnaði Bakkafrost ein nýggjan stuðulsgrunn til tess at økja um stuðulin til endamál, ið hava týdning fyri okkum eins væl og okkara áhugapørtum.

Møguleiki er at søkja um stuðul úr Sunt Lív-grunninum her.

Niðanfyri síggjast myndir frá vitjanini á Glyvrum.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01