Team Rynkeby aftur til París

Team Rynkeby aftur til París

07.07.2022

Eftir drúgva og miðvísa venjing seinastu mánaðirnar settu 48 súkklarar og 12 hjálparfólk frá Team Rynkeby Føroyar í dag hol á 1377 km langa teinin til París. Vegna korona hevur túrurin til franska høvuðsstaðin verið avlýstur seinastu tvey árini, har tey ístaðin hava súkklað í ávikavist Føroyum og í Danmark. Men í ár verður siðvenjan við at súkkla til París tikin upp aftur, og hetta fegnast ferðaliðið sjálvsagt stórliga um.

Eins og undanfarnu árini byrjaði túrurin frá Smæruni í Klaksvík, síðani varð súkklað út á Toftir, og seinnapartin legði Team Rynkeby leiðina framvið Bakkafrost á Glyvrum, har súkklararnir í teimum eyðkendu gulu búnunum fingu ein lættan bita. Súkkluliðið fer í kvøld víðari við Norrønu, og síðani verður súkklað úr Danmark til París.

Team Rynkeby er ein vælgerandi verkætlan, ið hevur til endamáls at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Bakkafrost hevur verið fastur stuðul hjá Team Rynkeby seinastu árini, og á hvørjum ári hava starvsfólk frá Bakkafrost verið partur av súkkluliðnum, og soleiðis var eisini í ár.

Ein partur av ætlanini hjá Bakkafrost fyri burðardygga menning er at lata stuðul til ymisk vælgerandi endamál í nærøkinum, og í 2018 stovnaði Bakkafrost ein stuðulsgrunn til tess at økja um stuðulin til endamál, ið hava týdning fyri okkum eins væl og okkara áhugapørtum.

Møguleiki er at søkja um stuðul úr Sunt Lív-grunninum her.
Umsóknir um stuðul verða viðgjørdar sambært politikki, sum tekur støði í okkara ætlan fyri burðardygga menning.

Vit takka Team Rynkeby fyri vitjanina og ynskja teimum góða ferð víðari.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01