Stórfingin ráðharravitjan úr Suðurkorea

Stórfingin ráðharravitjan úr Suðurkorea

20.01.2017

Suðurkoreanski vararáðharrin fyri toll og skatt, Youngrok Choi, er í hesum døgum í Føroyum á vitjan. Í hesum sambandi vitjaðu suðurkoreanska og føroyska sendinevndin á Bakkafrost, har Regin Jacobsen, stjóri, tók ímóti.

Vitjanin byrjaði við stuttari framløgu, har Regin Jacobsen greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrost, og síðan varð tosað um verandi og møgulig framtíðar marknaðarviðurskifti millum Suðurkorea og Føroyar. Víst var á, at í løtuni er trupult at selja føroyskan laks til Suðurkorea orsakað av høgum tollforðingum. Norskur laksur er t.d. ikki fevndur av tolli til Suðurkorea, og hetta gevur tískil Noregi stórar kappingarfyrimunir.

Eftir framløguna varð skipað fyri rundsýning á nýggja snotiliga virkinum á Glyvrum, har Bakkafrost fór undir at kryvja laks seinasta summar, og har nýggja portiónsvirkið verður tikið í nýtslu fyrsta dagin. Rundsýningin endaði við smakkroyndum av feskum laksi (sashimi) frá Bakkafrost, og sambært viðmerkingunum hámetti ráðharrin við fylgi góða smakkin á laksinum.

Leiðin hjá ferðalagnum gekk síðan víðari til flogvøllin, har skipað varð fyri einum lítlum døgurða, áðrenn suðurkoreanska sendinevndin fór av aftur landinum.

Eftir okkara tykki, var tiltakið sera væleydnað, og vónandi spyrst eitt gott framtíðar handilssamstarv burtur úr tignarligu vitjanini.

  

 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01