06.05.2024
Tøkan í Føroyum var 14.294 tons og 7.263 tons í Skotlandi, í mun til ávikavíst 11.005 tons og 8.093 tons sama tíðarskeið í fjør. Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum, við metlágum lúsatølum. Lívfrøðin batnaði eisini mundandi í Skotlandi, har virksemið sum heild gav eitt rakstrarúslit á 39 milliónir krónur.
Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri:
”Hetta er fyrsti ársfjórðingur har vit veruligani síggja, hvussu ógvusligt tøkugjaldið sveiggjar, tá ið NASDAQ prísurin á laksi broytist. Hóast sølan í hesum ársfjórðingi er lítið hækkað, í mun fyrsta ársfjórðing í fjør, nærum trýfaldaðist tøkugjaldið. Í heyst søgdu vit 140 fólkum úr starvi fyri at niðurlaga viðarivirkingina (VAP-framleiðslan), tí nýggja tøkugjaldið munandi hækkar váðan í liðugvøruframleiðsluni. Hóast bert 9% (fyrr 40%) av tøkuni nú fer til víðarivirking, hevur VAP-framleiðslan í Føroyum í hesum ársfjórðinginum verið tapsgevandi. Sum útlitini eru – eisini við nýggja uppskotinum til broyting av tøkugjaldinum – eru fortreytirnar fyri at víðka VAP-framleiðsluna aftur sera vánaligar. NASDAQ prísurin, ið er ein fiktivur prísur sum lítið og einki hevur við okkara sáttmálaprísir at gera, hevur ongantíð sveiggjað so nógv sum seinastu árini. So leingi tøkugjaldið verður roknað í mun til NASDAQ prísin, mugu vit tillaga okkara virksemi fyri at minka um henda váðan."