Smoltstøðin á Viðareiði verður útbygd

Smoltstøðin á Viðareiði verður útbygd

06.11.2020

Sáttmáli er undirskrivaður um bygging av nýggjari smolthøll, ið verður 1200 m3 til støddar

Bakkafrost hevur skrivað undir sáttmála við trý feløg um útbygging av smoltstøðini á Viðareiði. Feløgini, ið skulu standa fyri byggingini, eru Malltek, RVtøkni og Nomatek. SMJ hevur projekterað og stendur fyri eftirliti og byggileiðslu.

Nýggja smolthøllin kemur í staðin fyri sonevndu Høll C á smoltstøðini á Viðareiði, og kemur nýggja høllin at betra um møguleikarnar at gagnnýta størru karrúmdina, har smoltini ganga.
Útbyggingin er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi. Stórar íløgur verða gjørdar í útbygging av smoltstøðum, og málið er at náa eina miðal smoltvekt á 500 gram við útseting.

Skjøtul verður settur á arbeiðið at byggja smoltstøðina á Viðareiði út í komandi viku, og nýggja høllin kemur væntandi at standa klár fyrst í november 2021.

Tað starvast umleið 20 fólk á smoltstøðini á Viðareiði.

Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost og Rói Vang, stjóri hjá RVtøkni

Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost og Ragnar Magnussen, stjóri hjá Nomatek

Regin Jacobsen, forstjóri hjá Bakkafrost og Andreas Josephsen, stjóri hjá Malltek

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01