Smoltstøðin á Norðtoftum verður útbygd

Smoltstøðin á Norðtoftum verður útbygd

07.05.2020

Bakkafrost fer í holt við at útbyggja smoltstøðina á Norðtoftum. Sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið fer væntandi at byrja í summar. Tá ið útbyggingin er liðug um tvey ár, verður smoltstøðin 18.000 m3 til støddar 

Bakkafrost fremur stórar íløgur í útbýgging av smoltstøðumHetta er ein partur av felagsins strategi. 

Hetta er enn eitt stig í okkara strategi at ala fiskin longri á landiOkkara smoltframleiðsla í dag er tvífaldað samanborið við fyri tveimum árum síðaniVit halda fram við at gera íløgur á hesum øki við  máli at náa eina miðal smoltvekt á 500 gram við útsetingsigur Regin Jacobsen, forstjóri. 

Smoltstøðin á Norðtoftum er í dag knappar 5.200 m3 til støddar. Arbeiðið at gera lendið klárt til bygging er í gongd og verður væntandi liðugt um 3 vikur. 

Tað starvast 12 fólk fast á smoltstøðini á Norðtoftum. 

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01