Smoltstøðin á Glyvradali útbyggjast við 13.000 m3

Smoltstøðin á Glyvradali útbyggjast við 13.000 m3

23.11.2020

Sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið byrjar í februar

Bakkafrost fremur stórar íløgur í útbygging av smoltstøðum. Hetta er partur av felagsins strategi at ala laksin longri á landi. Málið er at náa eina miðalvekt á 500 gram og stytta vakstrartíðina á sjónum niður í 12 mánaðir í 2022. Sum liður í hesi tilgongd er avtala nú gjørd um útbygging av smoltstøðini á Glyvradali.
Støðin skal byggjast út við 13.000 m3, og kemur smoltstøðin á Glyvradali í framtíðini at framleiða 4 milliónir smolt um árið. Núverandi karrúmdin er umleið 1.500 m3, og harvið er talan um ógvuliga stóra útbygging.

Fyrr í ár varð hol sett á arbeiðið at gera lendið byggiklárt, og hósdagin í farnu viku varð sáttmáli undirskrivaður við Nofitech, ið skal standa á odda fyri byggingini. Verkætlanin fevnir um útbygging við trimum nýggjum hallum, og byrjar hetta arbeiðið í februar 2021. Útbyggingin verður væntandi liðug í mars 2023.


Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, og Robert Hundstad, stjóri í Nofitech, skriva undir sáttmála


Frá vinstru: Geir Løvik, grundleggjari og verkætlanarleiðari hjá Nofitech, Robert Hundstad, stjóri í Nofitech, Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost, Oyvindur Brimnes, ráðgevandi verkfrøðingur og Rúni Olsen, leiðari fyri smoltaling hjá Bakkafrost

Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur á smoltøkinum, og felagið er farið undir útbygging av smoltstøðunum á Viðareiði og á Norðtoftum. Arbeiðið á Viðareiði fór í gongd fyri tveimum vikum síðani, og á Norðtoftum er liðugt planerað.

Tá útbyggingarnar av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali standa lidnar, fara hesar báðar tilsamans at hava eitt rúmføri á stødd við smoltstøðina norðuri á Strond, sum er umleið 30.000 m3.

Niðanfyri síggjast myndir av útgrevstrinum á Glyvradali og av nýggju smoltstøðini, sum hon fer at síggja út á vári 2023.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01