Sáttmáli um lendi á Strond undirskrivaður

Sáttmáli um lendi á Strond undirskrivaður

07.04.2016

Í dag 07-04-2016 hava Regin Jacobsen og Jógvan Skorheim, vegna ávikavist Bakkafrost og Klaksvíkar Kommunu, undirskrivað sáttmála um keyp av lendi norðuri á Strond í Klaksvík. Við keypinum av 71.546 m² í hesum søguliga sáttmála er fyrsta fetið tikið hjá Bakkafrost í byggingini av smoltstøð. Hetta má sigast at vera ein varði í ætlanunum hjá Bakkafrost at økja vektina á smoltinum á landi, áðrenn tað verður flutt til alingina á sjónum.

At økja vektina á smoltinum á landi er ein týðandi partur av ætlanunum hjá Bakkafrost at minka um lívfrøðiligu váðarnar og at økja um samlaðu framleiðslumongdina.

Bakkafrost vil takka Klaksvíkar Kommunu fyri møguleikan at halda fram við virkseminum í kommununi og gleðir seg til at halda fram við góða samstarvinum.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01