23.02.2021
Úrslitið eftir skatt fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var eitt hall á 37,7 milliónir krónur í mun til eitt úrslit á 219,5 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt 462,8 milliónir krónur í mun til 801,9 milliónir árið fyri.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Hesin ársfjórðingurin hevur verið avbjóðandi, eins og ársfjórðingurin frammanundan. Neiliga gongdin á laksamarknaðinum helt á í fjórða ársfjórðingi og Corona-farsóttin gjørdi tað truplari hjá kundum okkara, serliga teimum ið eru í hotel- og matstovuvinnuni. Eisini er flutningurin av laksinum vorðin truplari og meira kostnaðarmikil.
Tíbetur hava vit eitt stórt og nýmótans liðugvøruvirki á Glyvrum, sum framleiðir hágóðskuvørur til matvøruhandlar kring heimin. Meðan tørvurin á feskum laksi er minkaður munandi undir Corona-farsóttini, er tørvurin á lidnum laksavørum til matvøruhandlar vaksin nógv. Soleiðis hava vit kunnað varðveitt eitt høgt virksemi í hesum ársfjórðinginum, hóast truplu markaðarstøðuna.
Alingin í Føroyum hevur hilnast væl í hesum ársfjórðinginum og vit síggja eisini, at alingin av stórum smoltum gongur betur enn væntað. Vit hava gjørt stórar íløgur seinnu árini fyri at minka um lívfrøðiliga váðan og at tryggja burðardyggan vøkstur. Vit fara komandi tíðina av álvara at síggja ágóðan av stóru íløgunum.
Alingin í Skotlandi hevur verið avbjóðandi í hesum ársfjórðinginum, eins og undanfarna. Søguliga sæð hava seinnu árshálvurnar verið meira avbjóðandi í skotsku alingini, men vit vænta, at vit fara at megna at broyta hettar mynstrið. Vit hava lært nógv, síðani vit yvirtóku felagið fyri góðum ári síðani, og eisini framt nógvar betranir. Tá ið vit eru komin á mál við ætlaðu íløgunum í Skotlandi og hava fingið størri smolt, eins og í Føroyum, vænta vit munandi betur úrslit í Skotlandi. Hesar ætlanir fara vit at greiða nærri frá á íleggjaradøgunum tann 14-15. september í ár.
Samanumtikið er selda nøgdin á alheims laksamarknaðinum vaksin munandi í fjórða ársfjórðingi, serliga í Evropa og USA. Hendan gongdin er eitt tekin um, at marknaðurin kann vera víðkaður og soleiðis kann koma sterkari aftur, tá ið Corona-farsóttin er farin afturum. Í nógvum av londunum í okkara kjarnumarknaðum er koppsetingin komin væl áleiðis og vit vænta, at laksamarknaðurin fer at menna seg munandi í 2021.”
Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 25.262 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 15.957 tons tikin í Føroyum í mun til 17.930 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 9.305 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.925 tons sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan fyri alt árið 2020 var 85.686 tons í kruvdari vekt: 50.700 tons í Føroyum og 34.986 tons í Skotlandi.
Tilsamans vórðu 9,4 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi í mun til 10,7 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 5,5 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 3,9 milliónir smolt í Skotlandi. Samanlagt vórðu 24,6 milliónir smolt sett út í 2020 – 14,3 milliónir í Føroyum og 10,3 milliónir í Skotlandi. Til samanbering vórðu 12,7 milliónir smolt sett út í Føroyum í 2019.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 142,6 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til 374,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið fyri aligeiran í Føroyum og liðugvøruframleiðsluna 587,5 milliónir krónur.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 62,5 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 samanborið við 338,3 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í fjør. Bæði tøkan og laksaprísirnir vóru lægri í fjórða ársfjórðingi samanborið við fjórða ársfjórðing í fjør. Rakstarúrslitið hjá aligeiranum í Føroyum fyri alt árið 2020 var 447,8 milliónir krónur í mun til 1.103,0 milliónir krónur árið fyri.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 54,1 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til eitt rakstrarúrslit á 18,1 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 hevði aligeirin í Skotlandi eitt rakstrarhall á 24,0 milliónir samanborið við eitt rakstrarúrslit á 18,1 milliónir árið fyri.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 80,1 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til 36,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið 139,7 milliónir í mun til eitt rakstrarúrslit á 63,7 milliónir árið fyri.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi 2020 var 48,1 milliónir krónur samanborið við 57,7 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið, EBITDA, 207,7 milliónir í mun til 275,8 milliónir í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.752,8 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi 2020 í mun til 1.018,7 milliónir krónur við ársenda 2019. Bakkafrost hevði 1.677 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fjórða ársfjórðingi 2020.
Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 9. apríl 2021, fer nevndin at skjóta upp, at 3,65 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.
ÚTLIT
Marknaður
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 10,8% í fjórða ársfjórðingi 2020 í mun til fjórða ársfjórðing árið fyri.
Marknaðurin var sum heild tarnaður av Corona farsóttini og væntandi verður marknaðurin ávirkaður av hesum nakað afturat. Tað eru tó útlit til, at marknaðurin fer at batna seinni í 2021, tá ið londini í høvuðsmarknaðunum eru komin longur við koppsetingini móti Corona.
Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fyrsta ársfjórðingi 2021 verður mettur til áleið 4% samanborið við fyrsta ársfjórðing 2020. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2021 verður mettur til umleið 2-3% samanborið við 2020. Vøksturin í søluni av laksi í 2021 verður mettur til 5-6% í mun til 2020. Hettar er orsakað av goymslubroytingum í Chile og Norra, serliga fyrra hálvár 2021.
Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í fjórða ársfjórðingi. Fiskurin er vaksin væl og fóðurfaktorin hevur verið lágur. Góðskan á tikna fiskinum hevur verið avbera góð.
Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi, í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til 500g í 2022. Í fjórða ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum 343g og væntandi verður hon 400g í 2021. Nýggja smoltstøðin við Strond ger eitt stórt íkast í mun til at hækka smoltmiðalvektina. Smoltstøðin framleiðir nú stórar mongdir av smolti við høgari góðsku og miðalvekt. Við teimum útbyggingum av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali, sum nú eru settar í verk, verður í 2022 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 20 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g.
Alingin í Skotlandi hevur søguliga sæð verið meira avbjóðandi í seinnu helvt av árinum. Árið 2020 var einki undantak og í fjórða ársfjórðingi 2020 var fellið størri enn vanligt á summun aliøkjum. Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í Skotlandi, har ætlanin er at byggja 3 stórar smoltstøðir og harvið framleiða stór smolt eins og í Føroyum. Hettar fer at betra munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár.
Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.
Í 2021 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020 og 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir 2018. Í Skotlandi var útsetingin 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.
Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hettar ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt, nakað sum hevur verið ein stórur fyrimunur undir Corona farsóttini. Sostatt hevur Bakkafrost megnað at møtt tí økta eftirspurninginum eftir liðugvørum, sum hevur verið í 2020. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 28% av væntaðu samlaðu tøkuni í 2021. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2021 er 929 túsund tons, sum er ein lækking á 20% samanborið við 2020. Eftir 30. desembur 2020 hevur Marine Stewardship Council (MSC) tikið burtur MSC-merkingina á svartkjaftinum. Fyri at tryggja MSC-merkta rávøru til ASC-merkta laksin hjá Bakkafrost, hevur Bakkafrost í 2020 økt munandi um goymsluna av MSC-merktum fiskamjøli, heldur enn at selja mjølið.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2021 verður væntandi lægri enn í 2020. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2021 er hækkað og verður mett til 120.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.
Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.
Samanumtikið er Bakkafrost væl á leið við íløguætlanini. Smoltstøðin við Strond er liðug og farið er undir útbygging av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali. Í øðrum ársfjórðingi 2020 skrivaði Bakkafrost undir avtalu um bygging av nýggjum brunnbáti á 7.000 m3. Hesin verður m.a. útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minka um útlátið. Nýggi brunnbáturin, ið verður liðugur í fyrru helvt av 2022, fer at tryggja enn betur møguleikar fyri lúsaviðgerð við feskvatni og hevur harafturat ein týdningarmiklan leiklut í mun til aling á opnum havi.
Biogassverkið FÖRKA er tikið í nýtslu og økir alsamt um framleiðsluna av grønari orku – bæði el til netið hjá SEV og fjarhita.
Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum er til bygging av 3 stórum smoltstøðum. Bakkafrost fer at greiða nærri frá íløguætlanini á íleggjaradøgunum tann 14-15. septembur í ár, ið verða hildnir í Føroyum.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Afturat hesum hevur Bakkafrost endurfíggjað samtakið við 352 milliónum EUR til føroyska virksemið, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum GBP.
Samband:
Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)
Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)
Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassverk í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.699 starvsfólk (ársverk).