05.11.2019
Q3 2019 Rapport:
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2019 var 303,4 milliónir krónur samanborið við 168,3 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2018. Úrslitið eftir skatt gjørdist 180,9 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2019.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Hóast prísirnir á laksi vóru 10% lægri í triðja ársfjórðingi í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør, vóru rakstrarúrslitini hjá Bakkafrost góð fyri ársfjórðingin. Miðalstøddin á tikna laksinum hevur verið met stór, og hetta hevur gjørt, at vit hava staðið okkum sera væl í einari truplari marknaðarstøðu. Lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð við góðum vøkstri. Talið av laksalús og fellið hevur verið av tí lægsta í mong ár. Hetta kemst av dugnaligum og heilhugaðum starvsfólkum og áhaldandi ágrýtni at betra um lívfrøðina og trivnaðin hjá laksinum.“
Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 231,5 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2019 samanborið við 139,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør. Alideildin tók 12.938 tons av laksi í kruvdari vekt í triðja ársfjórðingi 2019 í mun til 7.217 tons triðja ársfjórðing í fjør. Tøkumetingin fyri 2019 er óbroytt og er 54.500 tons í kruvdari vekt.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 25,9 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2019 í mun til 2,8 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2019 var 94,5 milliónir krónur samanborið við 41,4 milliónir krónur triðja ársfjórðing í fjør.
SSC er næststørsta alifyritøkan í Skotlandi og hevur 60 aliøkir á vestursíðuni av Skotlandi og Hebridunum. SSC er ført fyri at ala 50.000 tons av laksi árliga og tók 29.913 tons av laksi í 2018. SSC seldi laks til 26 lond og hevur ment fleiri leiðandi vørumerki so sum Native Hebridean Salmon, Tartan Salmon Label Rouge og Lochlander Salmon. Meira enn 600 fólk starvast hjá SSC.
Bakkafrost valdi at hækka partapeningin í sambandi við keypið av SSC, og tí varð ikki neyðugt at økja munandi um lánsbyrðuna hjá Bakkafrost.
Bakkafrost hevði netto kontanta áogn á 1.272 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2019 í mun til nettoskuld á 496 milliónir krónur við ársenda 2018. Bakkafrost hevði 1.481 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2019, og solvensurin var 68%.
ÚTLIT
Marknaðurin
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 13% í triðja ársfjórðingi 2019 í mun til triðja ársfjórðing 2018. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fjórða ársfjórðingi 2019 verður mettur til áleið 3% samanborið við fjórða ársfjórðing 2018. Vøksturin í altjóða útboðnum av laksi fyri 2019 verður mettur til umleið 7% samanborið við 2018.
Vøksturin í altjóða útboðnum av laksi í 2020 verður væntandi tepur, tí útboðið verður mett til at vaksa áleið 4% í mun til 2019.
Aling
Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.
Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2019 er 54.500 tons av laksi í kruvdari vekt. Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2020 er umleið 57.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
Sjóseting av 800.000 smoltum verður flutt frá fjórða ársfjórðingi 2019 til fyrsta ársfjórðing 2020, og tí verður samlaða útsetingin fyri 2019 hjá Bakkafrost 12,7 milliónir smolt samanborið við 12,6 milliónir smolt í 2018 og 9,9 milliónir smolt í 2017. Bakkafrost metir, at umleið 15 milliónir smolt verða sjósett í 2020.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 40% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2019 og 26% av væntaðu tøkuni fyri 2020.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2019 er 1.143 túsund tons samanborið við 1.388 túsund tons fyri 2018. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2020 er 1.162 túsund tons.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2019 verður væntandi lægri enn í 2018. Samlaða sølan av laksafóðri í 2019 er hækkað og verður mett til 98.000 tons. Fóðursølan í 2020 verður mett til umleið 110.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost.
Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2019 til 2022 er áljóðandi 2,5 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Í triðja ársfjórðingi 2019 hækkaði Bakkafrost partapeningin. Hettar varð gjørt í sambandi við keypið av The Scottish Salmon Company, sum sostatt kundi fíggjast uttan at hækka bankafíggingina munandi.
Keypið av The Scottish Salmon Company (SSC)
Í triðja ársfjórðingi gjørdi Bakkafrost bindandi avtalu um at keypa 68,6% av partabrøvunum í SSC. Síðan keypti Bakkafrost 9,2% afturat. Ætlanin hjá Bakkafrost er at keypa restina av partabrøvunum í SSC í fjórða ársfjórðingi 2019. Higartil (5. november 2019) hevur Bakkafrost keypt tilsamans 80,77% av partabrøvunum.
Um tað eydnast Bakkafrost at keypa 100% av partabrøvunum í SSC, ætlar Bakkafrost at strika skrásetingina av SSC á norska keypsskálanum (Oslo Børs).
Meira fæst at vita um keypið av SSC í notu 9 í frágreiðingini fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost.
Samband:
Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)
Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)
Um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni og Suðuroynni. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy og Sandoy. Harumframt er farið undir at byggja eitt biogassverk í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Í New Jersey, USA hevur felagið framleiðslu- og søludeild og í Grimsby, UK hevur felagið søluskrivstovu. Samanlagt hevur samtakið 1.055 starvsfólk.
Í triðja ársfjórðingi skrivaði felagið undir bindandi keypsavtalu um 68,6% av skotska felagnum The Scottish Salmon Company.