11.05.2021
Úrslitið eftir skatt fyri fyrsta ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 407,7 milliónir krónur í mun til eitt hall á 148,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Samanumtikið eru vit væl nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum. Hóast marknaðurin hevur verið nógv merktur av Korona farsóttini, eru tekin um, at vend er við at koma í. Altjóða sølan av laksi øktist heili 16% í hesum ársfjórðingi, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hóast stórar nøgdir av laksi sostatt eru seldar á marknaðinum, hevur laksaprísurin ment seg munandi í ársfjórðinginum. Tørvurin eftir laksavørum í matvøruhandlum kring heimin er framhaldandi stórur, men nú er eftirspurningurin frá hotell- og matstovuvinnuni við at taka seg upp aftur. Vit vænta at henda gongdin fer at halda fram, so hvørt sum avbjóðingarnar av Korona á okkara høvuðsmarknaðum væntandi fara at minka komandi tíðina. Samanumtikið eru útlitini fyri restina av 2021 góð. Nakað minni av laksi kemur á marknaðin restina av 2021, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Vit eru serstakliga væl nøgd við úrslitið hjá góðskingar geiranum, sum enn einaferð vísir smidligu virðisketu okkara. Smidleikin er ógvuliga týðandi fyri kappingarførið á alheims marknaðinum.
Alingin í Føroyum hevur hilnast væl í ársfjórðinginum og miðalstøddin á útsettu smoltunum økist alsamt. Í Skotlandi gongur eisini betur við alingini og vit vænta at kunna hækka miðalvektina á smoltunum nakað í ár.
Í hesum ársfjórðinginum hava vit havt nógv virksemi í framleiðsluni og eisini av mongu íløguverkætlanum okkara í Føroyum og í Skotlandi. Nógv avleitt virksemi er skapt av hesum, til gagns fyri samfelagið sum heild. Tilsamans hava vit keypt vørur og tænastur frá føroyskum veitarum fyri í alt 298 milliónir krónur í hesum ársfjórðingi.”
Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 21.027 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 14.025 tons tikin í Føroyum í mun til 20.667 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 7.002 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.268 tons sama ársfjórðing í fjør.
Tilsamans vórðu 4,0 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi í mun til 3,3 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,3 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,6 milliónir smolt í Skotlandi.
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 218,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til 192,1 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 143,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 samanborið við 202,9 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkan var hægri meðan laksaprísirnir vóru lægri í fyrsta ársfjórðingi samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 6,2 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 29,7 fyrsta ársfjórðing í fjør.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 75,0 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarhall á 11,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2021 var 48,3 milliónir krónur samanborið við 40,2 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.938,8 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021 í mun til 1,752,8 milliónir krónur við ársenda 2020. Bakkafrost hevði 1.487 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2021.
Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 9. apríl 2021, varð viðtikið, at 3,65 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gav eitt samlað vinningsbýti á 215,9 milliónir krónur, ið vórðu goldnar partaeigarunum 30. apríl 2021.
Marknaður
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 15,9% í fyrsta ársfjórðingi 2021 í mun til sama ársfjórðing árið fyri.
Marknaðurin var nakað tarnaður av Korona farsóttini men batnaði munandi ígjøgnum ársfjórðingin. Sostatt var marknaðurin væl førur fyri at upptaka øktu mongdina, ið var seld í ársfjórðinginum. Væntandi batna marknaðarviðurskiftini enn meira, tá ið londini á høvuðsmarknaðunum koma longur við koppsetingini móti Korona.
Altjóða tøkan av laksi í øðrum ársfjórðingi 2021 verður mett at minka 1-2%, samanborið við annan ársfjórðing 2020. Í aðru helvt av 2021 væntast so at siga eingin vøkstur í altjóða tøkuni av laksi, samanborið við 2020. Vøksturin í søluni av laksi í 2021 verður mettur til 5% í mun til 2020.
Aling
Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í fyrsta ársfjórðingi. Fiskurin er vaksin væl og fóðurfaktorin hevur verið lágur. Góðskan á tikna fiskinum hevur verið avbera góð.
Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi, í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til 500g í 2022. Í fyrsta ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum 382g og væntandi verður hon 400g fyri alt árið 2021. Nýggja smoltstøðin á Strond ger eitt stórt íkast í mun til at hækka støddina á smoltunum. Smoltstøðin framleiðir nú stórar mongdir av smolti við høgari góðsku og miðalvekt. Við teimum útbyggingum av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali, sum nú eru settar í verk, verður í 2022 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 20 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500g.
Alingin í Skotlandi batnar alsamt og Bakkafrost hevur gjørt nógvar íløgur í sjógvalingina. Høvuðsdenturin verður tó lagdur á at gera íløgur, ið tryggja hægri góðsku og størri smolt. Bakkafrost ætlar tí komandi árini at gera stórar íløgur í Skotlandi og byggja 3 stórar smoltstøðir og harvið framleiða stór smolt eins og í Føroyum. Hettar fer at betra munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár. Tann fyrsta av hesum 3 smoltstøðum er smoltstøðin Applecross, sum nú verður víðkað og uppstigað munandi.
Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.
Í 2021 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020 og 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir 2018. Í Skotlandi var útsetingin 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.
Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hettar ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt, nakað sum hevur verið ein stórur fyrimunur undir Korona-farsóttini. Sostatt hevur Bakkafrost megnað at møtt tí økta eftirspurninginum eftir liðugvørum, sum hevur verið undir Korona-farsóttini. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 28% av væntaðu samlaðu tøkuni í 2021. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2021 er 929 túsund tons, sum er ein lækking á 20% samanborið við 2020. Eftir 30. desember 2020 hevur Marine Stewardship Council (MSC) tikið burtur MSC-merkingina á svartkjaftinum. Fyri at tryggja MSC-merkta rávøru til ASC-merkta laksin hjá Bakkafrost, hevur Bakkafrost í 2020 økt munandi um goymsluna av MSC-merktum fiskamjøli, heldur enn at selja mjølið.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2021 verður væntandi lægri enn í 2020. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2021 er hækkað og verður mett til 120.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.
Íløgur
Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisføri og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.
Samanumtikið er Bakkafrost væl á leið við íløguætlanini. Smoltstøðin á Strond er liðug og útbygging av smoltstøðunum á Norðtoftum og í Glyvradali er í gongd. Í øðrum ársfjórðingi 2020 skrivaði Bakkafrost undir avtalu um bygging av nýggjum brunnbáti á 7.000 m3. Hesin verður m.a. útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minka um útlátið. Nýggi brunnbáturin, ið verður liðugur í fyrru helvt av 2022, fer at tryggja enn betur møguleikar fyri lúsaviðgerð við feskvatni og hevur harafturat ein týdningarmiklan leiklut í mun til aling á opnum havi.
Biogassvirki FÖRKA er tikið í nýtslu og økir alsamt um framleiðsluna av grønari orku – bæði el til netið hjá SEV og fjarhita. Hettar fer at minka CO2 útlátið við 11.000 tonsum.
Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum er til bygging av 3 stórum smoltstøðum. Bakkafrost fer at greiða nærri frá íløguætlanini á íleggjaradøgunum tann 14-15. september í ár, ið verða hildnir í Føroyum.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Afturat hesum hevur Bakkafrost endurfíggjað samtakið við 352 milliónum EUR til føroyska virksemið, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við 100 milliónum GBP.
Samband:
Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)
Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)
Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.699 starvsfólk (ársverk).