Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrsta ársfjórðing 2019 var 268 milliónir krónur

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrsta ársfjórðing 2019 var 268 milliónir krónur

06.05.2019

2019 Q1 Report: 

2019 Q1 Presentation: 

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 268 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í 2019, á júst sama støði sum í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Tøkan fyrsta ársfjórðing var 13.707 tons í mun til 12.237 tons sama ársfjórðing í fjør.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Órógv á marknaðinum í fjórða ársfjórðingi í fjør helt fram nakað inn í fyrsta ársfjórðing í ár. Hetta viðførdi, at úrslitið hjá aligeiranum varð heldur lakari enn væntað í fyrsta ársfjórðingi 2019. Vit fegnast tó um, at marknaðurin er batnaður, og at virksemið á góðskingarvirkinum er vaksið aftur.

Nýggja smoltstøðin á Strond tekur í næstum fjórðu klekingina av rognum inn, síðan fyrstu klekingina síðsta summar. Fyrsti fiskurin verður eftir ætlan settur út í heyst.

Lívfrøðiliga gongdin í fyrsta ársfjórðingi í ár hevur verið sera góð.

Íløgur til tess at minka um lívfrøðiliga váðan, betra effektivitetin og skapa vøkstur, halda fram við fleiri nýggjum verkætlanum. Serligur dentur verður lagdur á íløgur í sambandi við smoltalingina í løtuni.

Aligeirin hevði eitt rakstrarúrslit á 230 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2019 í mun til 228 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 1,3 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2019 í mun til eitt rakstrarhall á 12 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2019 var 65 milliónir krónur samanborið við 86 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 5. apríl 2019, varð viðtikið, at 8,25 krónur vórðu goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta var eitt samlað vinningsbýti á 403,1 mió krónur, ið vórðu goldnar partaeigarunum 26. apríl 2019.

Netto rentuberandi skuldin hjá Bakkafrost var 522 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2019 í mun til 495 milliónir krónur við ársenda 2018. Bakkafrost hevði 971 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av fyrsta ársfjórðingi 2019, og solvensurin hjá Bakkafrost var 70%.

ÚTLIT

Marknaðurin

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 5% í fyrsta ársfjórðingi 2019 í mun til fyrsta ársfjórðing 2018. Væntað verður, at samlaða altjóða tøkan av laksi í øðrum ársfjórðingi 2019 verður 5% hægri enn í sama ársfjórðingi í fjør. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2019 verður mettur til 5-7% samanborið við 2018.

Aling

Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan. Bakkafrost leggur stóran dent á at basa laksalús uttan nýtslu av medisinskari viðgerð og hevur tískil gjørt íløgur í tøkni, sum ger hetta møguligt. Síðan september 2017 hevur Bakkafrost ikki nýtt medisinska viðgerð fyri at basa laksalús.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2019 er 54.500 tons av laksi í kruvdari vekt.

Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2019 verður væntandi um 13,5 milliónir smolt samanborið við 12,5 milliónir smolt í 2018 og 9,9 milliónir smolt í 2017.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 33% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri 2019. Sáttmálastøðan er nærum óbroytt í fyrsta ársfjórðingi 2019.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2019 hjá ICES av svartkjafti er 1.143 túsund tons samanborið við 1.388 túsund tons fyri 2018. Bakkafrost metir, at framleiðslan av fiskamjøli og lýsi verður nakað lægri í 2019 enn í 2018.

Størsti marknaðurin hjá Havsbrún fyri fóðrið er tann føroyski og egna nýtslan av fóðri hjá Bakkafrost.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2019.

Íløgur

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 er áljóðandi 3 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur.

Strategiin og íløguætlanin verða lagdar fram á kapitalmarknaðardegnum hjá Bakkafrost tann 12. juni 2019.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Samband:

Regin Jacobsen, CEO í Bakkafrost: +298 235001 (fartlf.)

Høgni Dahl Jakobsen, CFO í Bakkafrost: +298 235060 (fartlf.)

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt er livfiskastøð í Skopun og við Áir og Biogassverk (FÖRKA) í gerð á Skarðshjalla. Samanlagt hevur samtakið 976 starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01