Oyggjaleikir 2027 verða ógloymandi – og Bakkafrost er sjálvandi við

Oyggjaleikir 2027 verða ógloymandi – og Bakkafrost er sjálvandi við

27.09.2024

Bakkafrost, Atlantsflog, MBM, Smyril Line og SMS fara saman við Betri Stuðul at gera sítt til, at Betri Oyggjaleikir 2027 verða ógloymandi.
Í døgunum 3.-9. juli í 2027 fara eini 2.500 ítróttafólk at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í Føroyum.
Í gjár undirskrivaði Regin Jacobsen, forstjóri, samstarvsavtalu vegna Bakkafrost, sum merkir, at nú kunnu fyrireikingarnar veruliga fara í gongd. Samstarvið fevnir eisini um leikirnar í Orknoyggjum í 2025.
Fyri okkum hevur tað stóran týdning at geva aftur til samfelagið, vit virka í. Tí vóru vit ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyska oyggjaleikaliðnum á Guernsey í fjør. Harumframt var Bakkafrost Skotland stuðul hjá oyggjaleikaliðnum hjá Suðuroyggjum (Hebridunum).

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01