Øll aliøki hjá Bakkafrost ASC-góðkend

Øll aliøki hjá Bakkafrost ASC-góðkend

10.11.2020

- Okkara starvsfólk hava lagt sera stóra orku í hetta arbeiðið, og vit fegnast um, at seinasta aliøkið nú hevur fingið ASC-góðkenning, sigur Regin Jacobsen

Aliøki “A11 Hvannasund Suður” fekk seint seinnapartin í gjár ASC-góðkenning, og hetta var samstundis seinasta aliøkið hjá Bakkafrost í Føroyum, ið manglaði at fáa góðkenning. Harvið er øll sjógvaling hjá Bakkafrost í Føroyum nú ASC-góðkend.
ASC er mest viðurkenda umhvørvisgóðkenningin í heiminum innan laksaaling.

- Vit fegnast um, at seinasta aliøkið nú hevur fingið ASC-góðkenning. Í 2013 settu vit okkum sum mál at gerast 100% ASC-góðkend í 2020, og seinastu árini hava vit arbeitt miðvíst til tess at røkka hesum máli. Okkara starvsfólk hava lagt sera stóra orku í hetta arbeiðið, og tey hava áhaldandi arbeitt við at broyta ymiskar mannagongdir í alingini, so at vit ala á ein burðardyggan hátt.
Vit ynskja at ala og framleiða laks á ein ábyrgdarfullan og skynsaman hátt við størstu virðing fyri umhvørvinum. Tískil eri eg sera væl nøgdur við, at øll okkara aliøki nú eru ASC-góðkend, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Fyri at eitt aliøki skal fáa ASC-góðkenning verður kravt, at alingin fer fram sambært strangastu krøvunum til tess at tryggja eitt framhaldandi sunt umhvørvi, lívfrøðiligt fjølbroytni og góðar arbeiðsumstøður hjá starvsfólkunum.

- Tað er dugnaligu og eldhugaðu starvsfólkunum at takka, at vit hava rokkið hesum máli. Vit hava áhaldandi sett okkum nýggjar avbjóðingar til tess at menna mannagongdirnar innan laksaaling, minka um umhvørvisliga árinið og styrkja um fiskaheilsu og fiskavælferð til tess at framleiða laks sambært strangastu krøvunum, sigur Anna Johansen, leiðari á Góðskudeildini hjá Bakkafrost.

ASC-góðkenningin er viðurkend kring allan heimin, og stóru handilsketurnar og einstaki kundin hava seinastu árini í størri mun eftirspurt ASC-góðkendan laks.

- Vit hava seinastu árini sæð, at kundar eru vorðnir meira tilvitaðir um ta vøru, sum teir keypa. Fólk ynskja eina vøru, sum er framleidd ábyrgdarfult og á burðardyggan hátt. Við hesi góðkenning kunnu vit røkka enn longur út á heimsmarknaðin, sigur Símun P. Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost.

Aliøki “A25 Gøtuvík” fekk sum fyrsta aliøki hjá Bakkafrost ASC-góðkenning í 2015. Skoðanin av aliøkinum fór fram 11. og 12. november 2014, tað vil siga fyri júst seks árum síðani.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01