Øll aliøki ASC góðkend í 2020

Øll aliøki ASC góðkend í 2020

30.03.2016

Bakkafrost arbeiðir við eini miðvísari ætlan við ASC (Aquaculture Stewardship Council) umhvørvisgóðkenningum. Málið er at fáa øll okkara aliøki ASC góðkend innan ár 2020.

ASC standardurin var mentur í samstarv við WWF (World Wildlife Foundation). ASC er høgt í metum og verður mettur at vera tann mest krevjandi innan aling. Endamálið við ASC standardinum er at minka ella fyribyrgja neilig árin á umhvørvið og lokala nærumhvørvið.

Standardurin er baseraður upp á sjey aðalreglur, sum umfata verju av umhvørvinum, villini djórum og varðveitslu av lívfrøðiligum margfeldni. Dentur verður eisini lagdur á, at fyribyrgja at fiskur sleppur og at tryggja góða fiskaheilsu umframt at tryggja skynsama nýtslu av heilivági og kemikalium, og nýtslu av burðardyggum fóðuri. Krøv verða harumframt sett til starvsfólkatrygd og atlit til lokal nærumhvørvi.

Í mars 2015 var fyrsta økið hjá Bakkafrost, Gøtuvík, góðkent eftir ASC standardinum. Næsta aliøkið, aliøkið á Gulanum, verður væntandi góðkent í summar.
Bakkafrost hevur frammanundan fleiri altjóða góðkenningar. Øll virðisketan er góðkend sambært GlobalGAP og hava góðskingarvirkini umframt BRC, IFS og ASC góðkenningar. Havsbrún hevur harumframt ISO9001, GMP+ og IFFO RS góðkenningar.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01