17.10.2016
Bakkafrost hevur gjørt avtalu við Havila Shipping í Norra um keyp av skipinum ”Havila Princess”. Nýggja skipið kemur at virka sum tænastuskip hjá felagnum og fer at røkja ymiskar uppgávur í aling á sjónum.
Skipið, ið er 73,5 m langt og 16,6 m breitt, hevur 2 skrúvur til framdrift og hevur 2 síðuskrúvur framman og aftan. Skipið er útgjørt við DP (Dynamic Positioning) og hevur eitt stórt arbeiðsdekk upp á 704 m2. Ætlanin er at gera skipið út við eini skipan, ið verður nýtt til at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Við hesum verður orkan hjá Bakkafrost at reinsa laksin uttan nýtslu av kemiskum evnum munandi økt.
Vit vænta, at skipið verður klárt at seta í rakstur stutt aftaná ársskiftið.
Ætlanin er, at skipið fær navnið ”Martin”.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.