Nýggj verkætlan: Førka framleiðir orku úr matleivdum
02.06.2023
Biogassverkið Førka kann nú framleiða orku úr matleivdum frá hotellum, heilsølum, matvøruhandlum og øðrum. Tað vísir úrslitið av royndarverkætlan.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Førka, hotell, heilsølur og Tórshavnar kommunu.
- Hetta samstarvið vísir, at vit hava útgerðina at taka ímóti matleivdum og skapa orku úr matvørum, sum annars fara fyri skeyti. Mannagongdin er, at fyritøkur og stovnar við nógvum matleivdum skilja lívrunnið burturkast, og Tórshavnar kommuna heintar hetta serskilt til okkum, sigur Fróði Mortensen, rakstrarleiðari hjá Førka.
Tað vóru nakrar óvissur við verkætlanini. Millum annað var ivasamt, um Førka skuldi keypa nýggja útgerð fyri at kunna taka ímóti matleivdunum frá ymisku veitarunum. Hetta vísti seg tó at vera óneyðugt.
- Hetta er ein sigur fyri okkum, tí nú hava vit staðfest, at tað riggar. Næsta stig er at flyta hetta frá at vera ein royndarverkætlan til at fáa fleiri aktørar við – eitt nú matvøruhandlar. Tað er upplagt at halda fram, men samstarvið millum partarnar er avgerandi fyri at fáa gongd á, sigur Fróði Mortensen.
Tað er Bakkafrost, sum eigur biogassverkið Førka. Høvuðsendamálið hjá Førka er at framleiða el, hita og tøð úr lívfrøðiligum tilfari frá aling og landbúnaði.
Bakkafrost hevur sett sum mál at gagnnýta alt burturkast frá laksaframleiðslu, og Førka er ein týðandi liður í at sameina ringrásbúskap við íløgur og vakstrarætlanir.
Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01