17.07.2020
“Av føroyskum firðum út í stóru verð” er heitið á nýggjari bók, sum miðlafólkini Jógvan Hugo Gardar og Grækaris Djurhuus Magnussen hava skrivað. Bókin lýsir søguna hjá Bakkafrost, frá tí at felagið byrjaði sítt virksemið í 1968 til í dag.
“Hendan bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi. Gjøgnum vangamyndir av fólki, sum hava havt eitthvørt tilknýti til fyritøkuna, starvsfólk, samstarvsfólk og eigarar. Harafturat hava vit søguligar lýsingar av gongdini og hendingum og royna at geva eina mynd av Bakkafrost. Hetta er ikki ein bók, sum er ein endalig lýsing av søguni hjá Bakkafrost, men ein mynd, sum vónandi gevur innlit í, hvat hevur gjørt fyritøkuna til tað, hon er í dag. Søgan um Bakkafrost er eisini søgan um føroyska samfelagið síðan seinnu helvt av 60’unum”, greiðir Jógvan Hugo Gardar frá í innganginum.
Bókin verður løgd fram á Laksatorginum, sum verður í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum leygardagin 25. juli. Tiltakið byrjar kl. 10 og heldur fram til kl. 16. Økið er væl skipað, og á skránni er millum annað afturvendandi tiltøk so sum smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrost og sølutorg við alskyns lutum.
Tvær framløgur verða av nýggju bókini um Bakkafrost. Tær verða ávikavist kl. 12 og kl. 14, har Jógvan Hugo Gardar og Grækaris Djurhuus Magnussen koma at greiða frá, og møguleiki verður at ogna sær bókina, ið verður givin út á føroyskum og á enskum.