Nevndarformaðurin í Bakkafrost: Vit kappast á altjóða pallinum

Nevndarformaðurin í Bakkafrost: Vit kappast á altjóða pallinum

14.04.2018

Aðalfundur var á Bakkafrost í gjár 13. apríl. Bakkafrost hevur gjørt sera stórar íløgur síðstu árini, og á aðalfundinum í gjár, segði nevndarformaðurin í Bakkafrost, Rúni M. Hansen, millum annað í ársfrágreiðingini:

- Allar íløgur hjá Bakkafrost hava sama endamál – at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan og gera Bakkafrost kappingarført. Lat meg undirstrika, at Bakkafrost kappast á altjóða pallinum. At hendan kappingin hepnast merkir, at størri virðir verða skapt til staðbundna samfelagið.

- Vit, sum hava ábyrgd av felagnum, mugu gera okkara ítasta at hava eina so muna- og burðardygga framleiðslu sum gjørligt, meðan politikkararnir mugu miða ímóti at gera kappingarførar rammur í mun til kapping uttanífrá. Miseydnast eitt av hesum endamálum, tapir samfelagið.

Hann segði eisini, at fyri fyrstu ferð hevur Bakkafrost útgivið ”Frágreiðing um burðardygd 2017”. Frágreiðingin gevur virðismikla vitan um strategi og atgerðir hjá Bakkafrost viðvíkjandi burðardygd. Hann segði millum annað:

- Tá ið kjarnuvirðini hjá Bakkafrost verða umrødd, verður dentur lagdur á at vísa ábyrgd. Hetta fevnir eisini um at hugsa fram í tíðina á búskaparligum, sosialum og umhvørvisligum økjum. Bakkafrost miðar ímóti at vera á odda innan burðar­dygga vinnu. Kravt verður av øllum starvsfólkum, at tey hugsa um ávirkanina á umhvørvið, sum virksemið knýtt at arbeiðinum hevur á natúruna og umhvørvið og at nýta umhvørvisvinarligar loysnir so langt skynsamliga møguligt, segði Rúni M. Hansen.

Ársfrásøgn 2017 

Frágreiðing um burðardygd 2017