Móttøka av nýggja brunnskipinum “Hans á Bakka”

Móttøka av nýggja brunnskipinum “Hans á Bakka”

04.08.2015

Nýggja brunnskipið hjá Bakkafrost stevndi fyri fyrstu ferð inn á Skálafjørðin hósdagin tann 30. juli 2015 og legði at bryggju á Bakka.

Skipað varð fyri móttøku av brunnbátinum á Bakka kl. 10:00 við dópi, bøn, tónleiki, sangi og røðum.

Eydna Jacobsen, kona Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost, doypti skipið við hesum orðum:

Má Harrin altíð í fylgi tær verða,
landi og fólki mikla signing bera.
Stór virði má skapa og taka í favn,
tey saman við manning trygt føra í havn.

Tú vónir stórar í okkum birtir,
nýskapan og framburð navna’ lystir.
Undangongumanni tú minnið skal bera,
Hans á Bakka navn títt skal vera.

Oddvør Jacobsen, einkjan eftir Hans á Bakka, bað eftirfylgjandi eina bøn fyri skipi og manning.

Røður vóru hildnar av Kaj Leo Johannesen, Føroya løgmanni, Magnusi Rasmussen, borgarstjóra í Runavík, Rúna M. Hansen, nevndarformanni í Bakkafrost og Regini Jacobsen, stjóra.

Opið var fyri vitjandi umborð á brunnskipinum og nógv folk nýttu møguleikan at vitja umborð. Manningin á “Hans á Bakka” greiddi áhugaðum frá skipinum og Bakkafrost bjóðaði brellbitar við føroyskum laksi, ið er ein av heimsins sunnastu og mest vælsmakkandi.

Hans á Bakka” telist millum heimsins mest framkomnu á sínum øki og kann føra 450 tons av livandi fiski. Skipið hevur nýggjastu tøkni og serliga útgerð at loysa uppgávur – t.d. avlúsing. Við hesum brunnskipinum økja vit um effektivitetin. Flutnings- og framleiðsluorkan økist og samstundis minkar lívfrøðiligi váðin. Fiskavælferðin, arbeiðsumhvørvið og góðskan á vøruni verður betri.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 820 fulltíðar starvsfólk.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01