17.02.2021
Dómararnir søgdu soleiðis: “Regin hevur áhaldandi arbeitt við at skapa broytingar í eini vinnu, har tørvur veruliga var á broytingum. Hann hevur verið nýhugsandi og er farin framum bert at hugsa um hansara egnu fyritøku”.
3. februar var “edie Sustainability Leaders Awards 2021” á skránni. Talan er um størsta virðislønin innan burðardygd í Onglandi, og fleiri av heimsins størstu fyritøkum luttaka í kappingini. Millum luttakararnar í 2021 taldust millum annað Nestlé, PepsiCo, Vodafone, Heineken, Virgin, CocaCola og Starbucks.
Bakkafrost var tilnevnt til tvær virðislønir. Biogassverkið FØRKA var tilnevnt í bólkinum “Circular Economy Innovation of the Year”, og Regin Jacobsen var tilnevndur í bólkinum “Business Leader of the Year”. Og stjórin í Bakkafrost gjørdi ikki mætari enn at ogna sær heitið “Business Leader of the Year 2021”. Grundgevingin hjá teimum 18 dómarunum ljóðar soleiðis:
-Regin hevur áhaldandi arbeitt við at skapa broytingar í eini vinnu, har tørvur veruliga var á broytingum. Hann hevur verið nýhugsandi og er farin framum bert at hugsa um hansara egnu fyritøku. Hann hevur eisini luttikið í politiskum kjakum til tess at skapa langtíðar-broytingar gjøgnum fleiri átøk, ið fevna ógvuliga breitt.
Regin Jacobsen fegnast um heiðurin og leggur dent á, at hetta er ein viðurkenning av tí innsatsi, sum starvsfólk og leiðarar í Bakkafrost saman hava avrikað.
-Øll starvsfólk í Bakkafrost eiga heiðurin av teimum frambrotum, sum eg sum stjóri fyri Bakkafrost fái viðurkenning fyri við hesi virðisløn. Starvsfólkahópurin hevur við ágrýtni framt munagóð átøk móti eini enn burðadyggari framleiðslu og vøru. Um ein skal røkka tílíkum úrslitum, skal eitt toymisavrik til. Eingin ger nakað einsamallur, og við tí stødd sum felag okkara hevur, skal ein røð av dugnaligum starvsfólkum til, sigur Regin Jacobsen í viðmerking.
Hóast Bakkafrost hevur sett mong átøk í verk seinastu árini, metir Regin Jacobsen, at møguleikarnir innan burðardygd framvegis eru nógvir.
-Vit hava viðurkent, at á mongum økjum kunnu vit gera munagóð átøk. Nøkur av teimum eru sett í gongd, meðan vit hava enn fleiri, sum vit framvegis arbeiða við. Vit eru í tí hepnu støðu at hava broytingarsinnaði starvsfólk og leiðarar, sum er týdningarmesta fortreytin fyri, at vit kunnu fremja átøk innan burðardygd. Vit eru eisini sera heppin at arbeiða við heilsugóðari matvøru, sum heiminum tørvar; so vit hava ein framúr góðan møguleika at taka okkara part av ábyrgdini, og harvið framleiða matvørur í heimsflokki, bæði tá tað ræður um dygd eins væl og burðardygd, sigur Regin Jacobsen.