27.09.2019
Boðað verður við hesum til eykaaðalfund í P/F Bakkafrost
Eykaaðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar, fríggjadagin 18. oktober 2019, kl. 15.00
Felagið hevur tann 25. september 2019 gjørt avtalu við Northern Link Limited um at keypa partabrøv. Sambært hesi avtalu hevur felagið keypt 133.125.109 partabrøv í The Scottish Salmon Company PLC (sum er uml. 68,6% av samlaða felagskapitalinum). Keypspeningurin fyri hesi partabrøv er NOK 3.760.784.329,25, av hesum vóru 30%, NOK 1.128.235.299 fíggjað av einum seljaraláni, sum eftir ætlan skal rindast aftur av felagnum við at skriva út 2.256.470 nýggj partabrøv til Northern Link Limited til ein tekningarkurs áljóðandi NOK 500 (nevnd „Northern Link Settlement partabrøv“).
Felagið hevur lutvíst fíggjað keypspeningin til partabrøvini í The Scottish Salmon Company PLC við at tekna 7.328.709 nýggj partabrøv til ein tekningarkurs á NOK 500, sum verður effektuerað tann 30. september 2019 (nevnt „Private Placement“). 4.800.000 av hesum partabrøvum verða teknað við at nevnd felagsins nýtir galdandi fulltrú til at útskriva nýggj partabrøv. Írestandi parturin, umleið 2.500.000 partabrøv, verða lánt frá Regini Jacobsen sum partur av keypspeninginum (nevnd „Lántu partabrøvini“).
Felagið hevur sostatt tørv á at útskriva nýggj partabrøv svarandi í mongd til Lántu Partabrøvini til tess at afturbera lántu partabrøvini til Regin Jacobsen.
Harumframt umhugsar felagið, um bjóðast skulu út upp til 1.000.000 nýggj partabrøv til ein tekningarkurs á NOK 500 til teir partaeigararnar, sum ikki fingu boðið møguleikan at tekna nýggj partabrøv í Private Placement, í einum nýggjum tekningarumfari í 4. ársfj./2019 („Repair Issue Partabrøv“).
Samanlagt eru Northern Link Partabrøvini, Læntu Partabrøvini og Repair Issue Partabrøvini umleið 5.756.470 partabrøv.
Sostatt skjýtur nevndin upp, at hon fær heimild at skriva út upp til 6.000.000 nýggj partabrøv til omanfyrinevnda endamál, og at ein nýggj § 4A verður sett inn í viðtøkur felagsins við hesi orðing:
„§4A
Nevnd felagsins hevur heimild til at hækka partapeningin í felagnum eina ella fleiri ferðir við upp til nominelt DKK 6.000.000. Nýggju partabrøvini skulu ljóða upp á navn og skulu fylgja teimum reglum, sum framganga av § 4 í viðtøkum felagsins. Nevndini er heimilað at taka avgerð um at víkja frá fortekningarrættinum til verandi partaeigarar. Nýggju partabrøvini skulu vera áljóðandi DKK 1. Nýggju partabrøvini skulu inngjaldast kontant til felagið. Heimildin hjá nevndini at hækka partapening felagsins er galdandi fram til ársaðalfundin, sum verður hildin í 2024.“
Sum avleiðing av hesi broyting verður galdandi § 4A í viðtøkunum til § 4B.
Onki mál er innkomið til viðgerar undir hesum punkti á dagsskránni. Undir hesum punkti verður sostatt eingin atkvøðugreiðsla.
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á eykaaðalfundinum, verða bidnir um at senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com, til P/F Bakkafrost, Bakkavegur 9, 625 Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin tann 15. oktober 2019, kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisini fram umvegis heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax nr. +298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum er mánadagin tann 14. oktober 2019, kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á eykaaðalfundinum, hava tygum møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á teldupostbústaði agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálvum eykaaðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á eykaaðalfundinum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan eykaaðalfundinum. Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru skrásett í seinasta lagi 11. oktober 2019, kl. 24.00, atkvøðurætt.
Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur í 48.858.065 partabrøv við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 172.265. Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt. Tá ið hækkingin av partapeninginum sambært verandi heimild í § 4A í viðtøkunum verður skrásett, verður partapeningur felagsins DKK 53.658.065 við einum áljóðandi virði av DKK 1.
Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar DKK 1, teir eiga í partapeningi. § 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum. Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum partabrøvum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.“
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank AB (publ), filial i Norge, Essendropsgate 7, PO box 1166 Sentrum, 0107 Oslo, Norway, 983258344 MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Glyvrar, tann 26. september 2019
Rúni M. Hansen, nevndarformaður