Innkalling til ársaðalfund í P/F Bakkafrost

Innkalling til ársaðalfund í P/F Bakkafrost

31.03.2023

Innkalling til Aðalfund:

Tilmeldingarskjal og fulltrúða til ársaðalfundin 2023: 

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Bakkafrost

Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar, fríggjadagin 28. apríl 2023, kl. 15.00

 

Dagsskráin fyri fundin verður hendan:

  1. Val av fundarstjóra

 

  1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári

 

  1. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar

Uppskot til ársfrásøgn fyri 2022 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2022, er at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com.

  1. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapinum

Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd felagins upp soljóðandi samtykt: „Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 10 kr. fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi 591 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann 28. apríl 2023. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti vinningurin tilsamans 9.087 mió. kr. '

Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 2. mai 2023, og skrásetingardagurin (record date) er 3. mai 2023.

Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið um 22. mai 2023.”

 

  1. Val av nevnd

Nevndarlimir felagsins verða valdir fyri 1 ár í senn. Afturval kann fara fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um val av nevndarlimum.

Í nevndini sita, umframt formannin, sum verður valdur beinleiðis av aðalfundinum, Gurið Højgaard, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen.

Valnevnd felagsins skjýtur upp at Gurið Højgaard, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen verða afturvald, umfamt formannin.

Ein frágreiðing um nevndarlimirnarm íroknað teirra óheftni mótvegis Bakkafrost, verður viðløgd sum fylgiskjal 1 til hesa lýsing.

  1. Val av nevndarfomanni

Nevndarformaðurin verður sambært viðtøkum felagsins valdur beinleiðis av aðalfundinum. Nevndarformaður er Rúni M Hansen.

Nevndarformaðurin verður valdur fyri 1 ár í senn. Nevndarformaðurin kann verða afturvaldur. Sambært viðtøkunum skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um var av nevndarformanni.

Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Rúna M. Hansen sum nevndarformann.

  1. Ásetan av samsýning til nevndina, grannskoðaranevndina og samsýningarnevndina

Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2023 verður hendan: Nevndarlimir fáa 245.100 kr. um árið, og formaðurin fær 490.200 kr. um árið.

Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til nevndarlimir í grannskoðaranevndini verður 50.150 kr. um árið.

Valnevndin skjýtur upp, at samsýningin til nevndarlimir í samsýningarnevndini verður 25.075 kr. um árið.

  1. Val av limum til valnevndina, herundir val av formanni til valnevndina

Til hendan aðalfundin standa Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen fyri vali. Báðir verða roknaðir sum óheftir av Bakkafrost. Hinir nevndarlimirnir verða eisini roknaðir fyri at vera óheftir, uttan Rógvi Jacobsen, sum ikki verður mettur at verða óheftur.

Valnevndin skjýtur upp afturval av Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen.

Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða til formann fyri valnevndina.

  1. Ásetan av samsýning til valnevndina

Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin í 2023 til limir í valnevndini verður 14.000 kr. um árið til nevndarlimir og 28.000 kr. til formanin í valnevndini.

  1. Val av grannskoðara

Grannskoðari felagsins er P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 110 Tórshavn, við Fróða Sivertsen (síðani 2017, tó undantikið í 2021) og John M Petersen (síðani 2021) sum høvuðsgrannskoðara.

Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara felagsins at sita til næsta ársaðalfund.

  1. Samsýningarpolitikkur

Við tilvísing til grein 10, stk. 4, í viðtøkum felagsins skjýtur nevndin upp, at galdandi leiðreglur fyri samsýning til leiðslu felagsins, sum vórðu samtyktar á aðalfundi felagsins í 2018, verða óbroyttar galdandi fyri roknskaparárið 2023. Felagssins samsýningarpolitikkur kann síggjast á heimasíðuni hjá felagnum www.bakkafrost.com. Samsýningarnevndin hevur ábyrgdina av at tryggja at samsýningarpolitikkurin verður fylgdur.

  1. Uppskot til viðtøkubroytingar

Sambært galdandi viðtøkum er ásett, at nevndin verður skipað við einum formanni og einum næstformanni.

Nevndin skjýtur upp, at henda áseting í viðtøkunum verður broytt soleiðis, at nevndin bert skipar seg við einum formanni, og skjýtur samsvarandi hesum upp, at henda orðing í § 11 stk. 1 verður strikað “…meðan næstformaðurin verður tilnevndur av nevndini.”

Samsvarandi hesum skjýtur nevndin upp, at § 11 í viðtøkum felagsins verður soljóðandi: “Nevndin hevur ovastu leiðsluna hjá felagnum. Nevndin ásetur nærri reglur fyri sínum arbeiði í eini fundarskipan. Aðalfundurin tilnevnir formannin.

Standa atkvøðugreiðslur í nevndini á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.”

Sambært § 4B í viðtøkum felagsins hevur nevndin heimild til at keypa egin partabrøv. Sambært galdandi viðtøkum gekk heimildin hjá nevndini at keypa egin partabrøv út á aðalfundinum 2022.

Nevndin skjýtur upp at nevndin aftur fær hesa heimild, galdandi til aðalfundin, sum verður hildin í 2028. Sambært galandi viðtøkum er heimildin avmarkað til, at nevndin í mesta lagi má keypa egin partabrøv, svarandi til 10% av samlaða partapeninginum. Nevndin skjýtur upp, at henda avmarking verður strikað.

Samsvarandi hesum skjýtur nevndin upp, at § 4B í viðtøkum felagsins verður soljóðandi: “Í tíðarskeiðinum frá 28. apríl 2023 til vanliga ársaðalfundin, sum verður hildin í 2028, hevur nevnd felagsins heimild til vegna felagið at keypa partabrøv í felagnum. Keyp av egnum partabrøvum skal fara fram til eitt kursvirði, sum svarar til almenna kursvirði á virðisbrævamarknaðinum, men nevndin kann undir serligum umstøðum víkja frá almenna kursvirðinum við upp til 10%.”

Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum

Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfundinum, verða bidnir um ar senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, til P/F Bakkafrost, Bakkavegur 9, 625 Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax nr. +298 405009. Luttøkuskalið kann eisini útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000.

Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin tann 25. apríl 2023, kl. 24.00.

Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisini fram umvegis heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax nr. +298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum er mánadagin tann 24. apríl 2023, kl. 24.00.

Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.

Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á teldupostbústaði agm@bakkafrost.com.

Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálvum aðalfundinum.

Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á aðalfundinum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan aðalfundinum. Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru skrásett í seinasta lagi 21. apríl 2023, kl. 24.00, atkvøðurætt.

Ársfrásøgn 2021 og dagsskrá við fullfíggjaðum ppskotum

Ársfrásøgnin fyri 2022 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2022 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum, verður almannakunngjørd á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com frá og við fríggjadag 31. Mars 2023.

Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka upp eitt ávíst evni til dagsskránna á aðalfundinum skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd felagsins á bústaðnum Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, Føroyar, ella á teldupostbústaðnum agm@bakkafrost.com í seinasta lagi fríggjadagin tann 17. Mars 2023, og freistin er tí farin. Móttekur felagið uppskot til evni til dagsskránna eftir 18. mars 2022, ger nevndin av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða sett á dagsskránna.

Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur

Partapeningur felagsins er DKK 59.143.000 býttur í 59.143.000 partabrøv við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 90.225 partabrøv. Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt.

Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar DKK 1, teir eiga í partapeningi.

  • 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:

„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum. Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn eitt ár.

Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til aðalfundin.“

 

Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at: „Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum partabrøvum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”

Felagið hevur útnevnt Nordea Bank AB (publ), filial i Norge, Essendropsgate 7, PO box 1166 Sentrum, 0107 Oslo, Norway, 983258344 MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.

Glyvrar, tann 31. mars 2023

P/F Bakkafrost

Fyri nevndina

Rúni M. Hansen, nevndarformaður

 

Fylgiskjal 1 – Nevndarlimir í uppskoti

RÚNI M. HANSEN

Føddur í 1967. Føroyingur. Kom í nevndina í í Bakkafrost í 2009 og hevur verið formaður síðan tá. Formaður í nevndini hjá vinnufelagnum Tjaldur og í Mintra, ið er børsskrásett á Oslo Euronext Growth.

Rúni M. Hansen er limur í Global Compact’s Platform for Sustainable Ocean Business hjá ST. Rúni M. Hansen hevur drúgvar royndir innan altjóða orkuvinnu. Hann var millum annað limur í Equinor’s Exploration Executive team. Meðan hann var hjá Equinor (fyrrverandi Statoil) hevur hann havt sæti í London, Keypmannahavn, Oslo og Føroyum. Áðrenn Rúni M. Hansen kom til Equinor (Statoil), var hann í sjógætis- og skipaferðsluvinnuni.

Útbúgving: MSc. í búskaparfrøði og virkisleiðslu, Copenhagen Business School. Postgraduate, Lancaster University.

Nevndarfundir í 2022: Var við á øllum 8 nevndarfundunum í 2022.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Átti 10.761 partabrøv við ársenda 2022.

Óheftni: Verður mettur at vera óheftur.

TEITUR SAMUELSEN

Føddur í 1972. Føroyingur. Kom í nevndina í Bakkafrost í 2016. Stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar og P/F Suðuroyartunnilin.

Teitur Samuelsen hevur drúgvar royndir frá grannskoðan og fígging. Hann hevur arbeitt hjá KPMG og Dong E/P í Danmark og hevur verið fíggjarstjóri í Atlantic Petroleum (2005–2009) og á Bakkafrost (2009-2014). Teitur Samuelsen er í løtuni limur í nevndini í Betri Trygging, nevndarformaður í Bústaðir og limur í grannskoðaraeftirlitinum.

Útbúgving: MSc. í búskaparfrøði & grannskoðan, Copenhagen Business School

Nevndarfundir í 2022: Var við á øllum 8 nevndarfundunum í 2022.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Átti 100 partabrøv við ársenda 2022.

Óheftni: Verður mettur at vera óheftur

 

ANNIKA FREDERIKSBERG

Fødd í 1971. Føroyingur. Kom í nevndina í Bakkafrost í 2008. Søluleiðari á Bakkafrost.

Annika Frederiksberg hevur drúgvar royndir frá laksavinnuni og sølu. Hon hevur verið partur av fyrisitingini og søluliðinum hjá Bakkafrost í meira enn 25 ár.

Útbúgving: Prógv frá Føroya Handilsskúla.

Nevndarfundir í 2022: Var við á øllum 8 nevndarfundunum í 2022.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Átti beinleiðis og óbeinleiðis 16.413 partabrøv við ársenda 2022.

Óheftni: Verður ikki mett at vera óheft.

 

ØYSTEIN SANDVIK

Føddur í 1948. Norskur ríkisborgari. Kom í nevndina í Bakkafrost í 2013.

Øystein Sandvik hevur drúgvar royndir frá fíggjarvinnuni og sjógæti. Hann hevur havt fleiri størv í Nordea Bank Norge innan aling og fiskivinnu. Øystein Sandvik er í løtuni nevndarlimur í Coldwater Prawns of Norway AS.

Útbúgving: Búskaparfrøðingur innan banka.

Nevndarfundir í 2022: Var við á øllum 8 nevndarfundunum í 2022.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Átti eingi partabrøv við ársenda 202.

Óheftni: Verður mettur at vera óheftur.

EINAR WATHNE

Føddur í 1961. Norskur ríkisborgari. Kom í nevndina í Bakkafrost í 2019.

Einar Wathne hevur drúgvar royndir frá sjógætisvinnuni og hevur verið stjóri í Cargill og Ewos.

Útbúgving: Master í Animal Nutrition, NMBU. Ph.D. í Aquaculture, NMBU. MBA, Handelshøyskolen BI.

Nevndarfundir í 2022: Var við á øllum 8 nevndarfundunum í 2022.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Átti eingi partabrøv við ársenda 2022.

Óheftni: Verður mettur at vera óheftur

 

GUÐRIÐ HØJGAARD

Fødd í 1972. Kom í nevndina í Bakkafrost í 2022. Stjóri í Visit Faroe Islands og fyrrverandi marknaðarstjóri í Visit Stockholm.

Guðrið Højgaard hevur drúgvar royndir innan altjóða marknaðarføring og marking. Hon hevur arbeitt í ferðavinnuni í Svøríki, Danmark og Føroyum. Hon hevur eisini drúgar royndir við nevndararbeiði og er í løtuni nevndarlimur í P/F Postverk Føroya og Framtak.

Útbúgving: MSc. í Business Administration & International Marketing, Copenhagen Business School og Stockholm University.

Nevndarfundir í 2022: Var við á 6 nevndarfundunum í 2022.

Tal av partabrøvum í Bakkafrost: Átti eingi partabrøv við ársenda 2022.

Óheftni: Verður mett at vera óheft.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01