Innkalling til ársaðalfund í P/F Bakkafrost

Innkalling til ársaðalfund í P/F Bakkafrost

16.03.2021

Innkalling til Aðalfund:

Tilmeldingarskjal - Fulltrú til Ársaðalfundin:

Innkalling til aðalfund í P/F Bakkafrost

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Bakkafrost

Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar, fríggjadagin 9. apríl 2021, kl. 15.00


Dagsskráin fyri fundin verður hendan:


1. Val av fundarstjóra


2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári


3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2020 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2020, er at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com.

4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd
felagins upp soljóðandi samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 3,65 kr. fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi 216 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð tann 9. apríl 2021. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti vinningurin tilsamans 8.822 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 12. apríl 2021, og skrásetingardagurin (record date) er 13. apríl 2021.
Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið 30. apríl 2021.”


5. Val av nevnd
Nevndarlimir felagsins verða valdir fyri 1 ár í senn. Afturval kann fara fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um val av nevndarlimum.
Í nevndini sita, umframt formannin, sum verður valdur beinleiðis av aðalfundinum, Johannes Jensen, Annika Frederiksberg, Einar Wathne, Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av allari nevndini.


6. Val av nevndarfomanni
Nevndarformaðurin verður sambært viðtøkum felagsins valdur beinleiðis av aðalfundinum.
Nevndarformaður er Rúni M Hansen.
Nevndarformaðurin verður valdur fyri 1 ár í senn. Nevndarformaðurin kann verða afturvaldur.
Sambært viðtøkunum skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um var av nevndarformanni.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Rúna M. Hansen sum nevndarformann fyri 1 ár.


7. Ásetan av samsýning til nevndina og grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2021 verður hendan:
Nevndarlimir fáa 235.620 kr. um árið, næstformaðurin fær
294.525 kr. um árið, og formaðurin fær 471.240 kr. um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til nevndarlimir í grannskoðaranevndini verður 48.195 kr. um árið.


8. Val av limum til valnevndina, herundir val av formanni til valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen fyri vali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða til formann fyri valnevndina.


9. Ásetan av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til limirnar í valnevndini fyri 2021 verður óbroytt hendan:
Nevndarlimir fáa 12.000 kr. um árið og formaðurin 24.000 kr. um árið.


10. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/F Januar, løggilt
grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 110 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara felagsins at sita til næsta ársaðalfund.


11. Samsýningarpolitikkur
Við tilvísing til grein 10, stk. 4, í viðtøkum felagsins skjýtur nevndin upp, at galdandi leiðreglur fyri samsýning til leiðslu felagsins, sum vórðu samtyktar á aðalfundi felagsins í 2018, verða óbroyttar galdandi fyri roknskaparárið 2021.

Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum

Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfundinum, verða bidnir um at senda luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com, til P/F Bakkafrost, Bakkavegur 9, 625 Glyvrar, ella at
senda luttøkuskjalið við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin tann 6. apríl 2021, kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisini fram umvegis heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax nr. +298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum er mánadagin tann 5. apríl 2021, kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum
møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu felagsins Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin umvegis teldupost á teldupostbústaði agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálvum
aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á aðalfundinum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan aðalfundinum. Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru skrásett í seinasta lagi 2. Apríl 2021, kl. 24.00, atkvøðurætt.

Ársfrásøgn fyri 2020 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum

Ársfrásøgnin fyri 2020 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2020 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum, verður almannakunngjørd á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com frá og við týsdagin 16. mars 2021..
Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka upp eitt ávíst evni til dagsskránna á aðalfundinum skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd felagsins á bústaðnum Bakkavegur 9, FO-625 Glyvrar, Føroyar, ella á teldupostbústaðnum agm@bakkafrost.com í seinasta lagi fríggjadagin tann 26. februar 2021, og freistin er tí farin. Móttekur felagið uppskot til evni til dagsskránna eftir 26. februar 2021, ger nevndin av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða sett á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 59.143.000 býttur í 59.143.000
partabrøv við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 90.225 partabrøv. Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar DKK 1, teir eiga í partapeningi.

§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi partaeigari í seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum fráboðan um, at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum. Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært skrivligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til aðalfundin.“

Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum partabrøvum, sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”

Felagið hevur útnevnt Nordea Bank AB (publ), filial i Norge, Essendropsgate 7, PO box 1166 Sentrum, 0107 Oslo, Norway, 983258344 MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda peningastovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.

Glyvrar, tann 16. mars 2021

P/F Bakkafrost

Fyri nevndina

Rúni M. Hansen, nevndarformaður

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01