Havsbrún fingið BAP-góðkenning

Havsbrún fingið BAP-góðkenning

21.05.2021

BAP er millum fremstu góðkenningar innan aling

Fóðurdeildin á Havsbrún hevur nú fingið BAP-góðkenning (Best Aquaculture Practices). BAP er ein av tveimum góðkenningum innan alivinnuna, sum fevnir um alla virðisketuna frá fóðurframleiðslu til smoltaling, sjógvaling og liðugvøruframleiðslu. Tá ið øll liðini í eini virðisketu eru BAP-góðkend, er talan um 4-stjørnaða góðkenning.
Góðkenningin av fóðurdeildini á Havsbrún endurspeglar miðvísa arbeiðið, sum er gjørt seinastu árini til tess at hava eina burðardygga framleiðslu. Samstundis er góðkenningin prógv fyri, at starvsfólkini á Havsbrún við nærlagni og ídni hava tikið undir við at framleiða eftir bestu mannagongdum.

At Havsbrún nú er BAP-góðkendur fóðurframleiðari merkir millum annað, at Havsbrún kann veita fóður til alifelagið hjá Bakkafrost í Skotlandi, The Scottish Salmon Company, sum er 4-stjørnaður BAP-laksaframleiðari.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01