19.03.2015
Aliøkið hjá Bakkafrost á Gøtuvík hevur fingið altjóða ASC (Aquaculture Stewardship Council) góðkenning. Harvið er Gøtuvík fyrsta aliøkið í Føroyum, sum hevur fingið ASC umhvørvisgóðkenningina.
ASC standardurin er mentur í samstarvi við WWF. Standardurin verður mettur at vera strangasti standardur innan aling og umfatar átta høvuðskrøv við 422 punktum.
Krøv verða millum annað sett innan fiskaheilsu, lús, smoltframleiðslu, fóðurframleiðslu og umhvørvi.
Bakkafrost kunngjørdi í 2014, at felagið hevur sum mál, at fyrsta aliøkið skuldi verða ASC góðkent í 2015. Enn eru tað bert heilt fá aliøki í heiminum, ið hava megnað at fáa ASC góðkenning
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur í viðmerking: „Tað er avgerandi fyri kappingarførið hjá Bakkafrost, at vit arbeiða eftir teimum strangastu altjóða standardunum, og at vit altíð seta okkum nýggj og avbjóðandi mál. ASC er ein sera umfatandi og avbjóðandi altjóða góðkenning, ið setur sera hørð krøv til, hvussu vit arbeiða, og at okkara mannagongdir eru skipaðar soleiðis, at framleiðsla okkara er burðardygg."
Bakkafrost arbeiðir við at fáa fleiri aliøki ASC góðkend. Bakkafrost hevur frammanundan fleiri altjóða góðkenningar: Øll virðisketan er góðkend sambært GlobalGAP, og harumframt hava góðskingarvirkini BRC, IFS og ASC góðkenning.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk.