Global Salmon Initiative (GSI) kunnger nýggja visión

Global Salmon Initiative (GSI) kunnger nýggja visión

14.07.2020

Nýggju málini fara fram um tey upprunaligu ásettu ASC-málini til tess at staðfesta støðuna hjá laksavinnuni sum fremsti veitarin av burðardyggum, umhvørvisvinarligum og føðslugóðum mati

Høvuðsboðskapir:

  • GSI-limir styrkja tilsøgnina um at veita sunnan og burðardygt framleiddan laks við áhaldandi at menna nýggjar ábyrgdarfullar hættir at ala laks
  • Mál verða sett á nýggjum økjum, millum annað í mun til at greiða frá, hvørja ávirkan limir hava á umhvørvið, og hvørji átøk verða gjørd fyri at minka um hesa ávirkan. Harumframt verður áhaldandi hugt at ringbúskaparligum loysnum, har byrjað verður við at hyggja at plastnýtslu
  • Samstarv verður sett á stovn við World Wildlife Fund (WWF) til tess at seta nýggjar standardir í vinnuni – tað fyrsta av hesum slagi í matvinnuni – til tess at meta og minka um umhvørvisligu ávirkanina hjá vinnuni
  • 21 fyritøkur hava av nýggjum váttað teirra tilsøgn til GSI-visiónina; tey fara framhaldandi at arbeiða saman til tess at seta ferð á nýhugsan og framstig innan burðardygt virksemi til tess at staðfesta alivinnuna sum leiðandi í at framleiða burðardyggan og føðslugóðan mat
  • Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, gerst formaður í GSI saman við Gerardo Balbontin, stjóra í Blumar

London, UK: 14. Juli 2020: The Global Salmon Initiative (GSI) almannakunnger í dag sína víðkaðu visión fyri framtíðina. GSI byggir á styrkina hjá bólkinum, sum er at gagnnýta samlaðu vitanina og serkunnleikan við tí endamáli at seta ferð á menning innan burðardygt virksemi. Og nú kunnger GSI nýggjar verkætlanir til tess at viðgera alheims avbjóðingar innan umhvørvi, mat og føðslutrygd við tí endamáli at staðfesta laksavinnuna sum leiðandi vinna innan framleiðslu av burðardyggum og føðslugóðum mati. Millum nýggju verkætlanirnar telist millum annað arbeiðið at seta á stovn ein nýggjan vinnuligan karm fyri frásøgn og umhvørvisligu ávirkanina hjá øllum veitarum. Hetta verður gjørt í samstarvi við World Wildlife Fund (WWF). Hetta er fyrsta samstarvið av sínum slagi í matvinnuni, og fer hetta at verða nýtt til at fremja arbeiðið at minka um umhvørvisligu ávirkanina, sum stendst av framleiðsluni og veitaraketuni. Umframt hetta verða verkætlanir settar í verk, ið hava til endamáls at økja um ábyrgdarfulla plastnýtslu, menning og tillaging til ringbúskap til tess at stuðla upp undir eina sunna og sterka matarskipan.

“Fyrr í ár lýsti WWF GSI sum “eitt tað fremsta dømið um vinnuliga umskapan”, og tað er okkara ábyrgd at byggja víðari á hetta heitið gjøgnum áhaldandi menning”, sigur nýggi samformaðurin í GSI og stjóri í Bakkafrost, Regin Jacobsen. “Framstigini, sum eru gjørd higartil undir GSI leiðsluni eru eindømi, men nú eru ikki stundir at njóta framd avrik. Vit standa øll andlit til andlit við stóru avbjóðingarnar sum áhaldandi koma í sambandi við veðurlag og lívfrøðiligt fjølbroytni og matartrygd. Men við at halda áfram at arbeiða saman til um avbjóðingar og við at deila nýskapan, kann laksaaling verða partur av loysnini at útvega sunna og burðardygga føði.”

“GSI hevur altíð verið eitt leiðandi dømi um broyting,” leggur Jason Clay, varamarknaðarstjóri í WWF, aftrat. “Ongin annar bólkur arbeiðir á sama vinnuligum støði sum GSI ella hevur somu ávirkan á altjóða stigi. Upprunaliga fokusið á ASC góðkenning og lívfrøðitrygd var framsøkin, og tað er stórt at síggja framstigini, sum tey hava gjørt. Samstundis sum vit ikki ynskja, at hetta arbeiðið skal steðga, stuðla vit avgerðini hjá GSI at fara undir at arbeiða við nýggjum átøkum. Veðurlagsávirkanir og frásagnir um útlát eru avgerandi tættir í matframleiðslu. Vit vita, at havbúnaður fer at spæla ein týðandi leiklut í framtíðar matskipanum. Bara GSI kann vísa á avrik, har samstarv hevur verið við til at loysa felags avbjóðingar. Tað er gott at síggja, at GSI er leiðandi á hesum øki. Okkum tørvar at skjalfesta tað, sum GSI ger, og hvussu teir gera tað, so onnur kunnu fylgja slóðini”, sigur Jason Clay.

Tá mett varð um heimsins avbjóðingar, vórðu veðurlagsbroytingar, ringbúskaparligar tilgongdir og tengd at plastiknýtslu eyðmerkt sum økir, har GSI-limir samlað kunnu hava størstu ávirkanina.

  • Millumtjóðabólkurin fyri veðurlagsbroyting hjá ST hevur kunngjørt, at 21-37% av samlaðu vakstrarhúsgassútlátunum stavar frá framleiðslu av mati. Henda ávirkan skal síggjast saman við, at matarframleiðslan skal økjast við 60% til tess at nøkta broytandi fólkasamansetingina sambært mat- og landbúnaðarskipanini hjá ST (UN FAO). Neyðugt er, at altjóða matarskipanir broytast og fokusera á veðurlagsvinarligan mat sum uppfylla lívsneyðugan føðslutørv. Laksaaling hevur longu eina av lægstu kolevnisslóðunum av øllum geirum, ið framleiða djóraprotein. Men av tí geirin vaksur, tí eftirspurningurin er so stórur, mugu fleiri átøk setast í verk til tess at minka um ávirkanina. Gjøgnum menning av einum standardi fyri rapportering, sum er galdandi fyri alla vinnuna, fara GSI-limir at hava møguleika at máta teirra veðurlagsávirkan og brúka úrslitini til at menna munadyggar strategiir til at minka um veðurlagsávirkanina.

  • Plastikk, dálkingarevni og pakkitilfar dálka í alsamt størri mun vatnskipanirnar í heiminum. Sum sjógvalarar er eitt sunt hav avgerandi fyri arbeiðið hjá GSI-limum. Eitt sunt hav er eisini lívsgrundarlagið hjá okkara samstarvsfeløgum og fyri samfeløgini, har sum vit virka. Við hesum viðurkenna GSI-limirnir teirra ábyrgd og førleika at innføra ringrástiltøk til tess at minka um nýtsluna av plastikki tvørturum alla virðisketuna og at skapa størri tilvitsku um og burturbeining av plastikki úr havinum. GSI fer at umrøða og skunda undir, at ringbúskaparlig átøk verða sett í verk við tí endamáli at minka um plastikk, og at átøk verða sett í verk, sum hava til endamáls at skapa størri tilvitan um plastikk í havinum.

Samstundis sum at meiri fokus verður sett á at minka um veðurlagsávirkan, ringbúskap og plastikk, styrkir GSI tiltøkini viðvíkjandi sosiala ávirkan gjøgnum gjøgnumskygt at kunna um víðkaðar samfelagsligar mátingar í árligum burðardyggum frásagnum.

GSI varð stovnað í 2013 av leiðandi stjórum innan vinnuna, sum høvdu sett sær fyri at hjálpa at føða heimin á ein sunnari og burðardyggari hátt við at gera munandi framstig innan ábyrgdarfulla laksaaling.

Úrslit hjá GSI higartil:

  • Almannakunngerðing av fyrstu burðardyggu frásøgnini fyri alla vinnuna í matargeiranum. Hetta innibar at savna góðkendar upplýsingar fyri 15 umhvørvislig og samfelagslig upplýsingarpunkt fyri allar limir og øll økir.

  • Tilsøgn um at náa hægstu vinnustandardir
    • 60% av framleiðsluni hjá GSI limum er nú Aquaculture Stewardship Council (ASC) góðkend
    • Feløg halda áfram við teirra missión at náa 100%

  • At menna ein pall fyri at kunna deila vitan og at greiða vandamál fyri at stuðla vinnuni í at betra um fiskaheilsu og vælferð.
    • Íroknað flytan av tøkni og tiltøk til tess at finna besta framferðarhátt at stýra fiskalús og at minka um nýtslu av antibiotika. Nýtslan av antibiotika er minkað við 50% fyri allar limir ímillum 2013 og 2019.

  • At dríva arbeiðið at menna burðardygt fóður:
    • Eitt felags tiltak varð sett í verk saman við ST FAO og altjóða fiskamjøl og lýsi felagsskapinum (IFFO) at kortleggja møguleikar í sambandi við eykaframleiðslu fyri at stuðla átøkum, ið hava til endamáls at tryggja, at einki burturkast stendst av framleiðsluni.

  • Fara undir altjóða útbjóðing av nýhugsandi lýsikeldum, sum eru ríkar av omega-3, fyri at betra um atgongdina til hetta hjá altjóða vinnuni.

  • Áhaldandi batar gjørdir til tess at útvega og effektivisera matarmøguleikar

“At vera limur í GSI vil siga at hava givið tilsøgn um framhaldandi betringar innan burðardygga framleiðslu og at vera í fremstu røð at flyta laksaaling eftir røttu slóðini í framtíðini. Fyri at gera tað mugu vit áhaldandi mennast. Tá vit eftirmettu okkara framstig higartil, mettu vit, at nú er rætta løtan at brúka góðu støðuna sum vit hava uppbygt og seta nýggj og meira framsøkin mál,” leggur Gerardo Balbontin, samformaður í GSI og stjóri í Blumar, aftrat.

Sum við øllum felagsskapum, so eru løtur fyri menning, har limir gera av at fara egnu leiðir. Samstundis sum vit nú kunngera hesa nýggju visión, hevur Mowi gjørt av at taka seg úr samstarvinum og ganga teirra egnu sjálvstøðugu leiðir.

“Mowi hevur givið sítt stóra íkast til GSI, og vit eru sannførdir um, at teir halda fram á somu kós, sum GSI hevur stungið út í kortið fyri vinnuna ímóti burðardygd og gjøgnumskygni,” sigur Gerardo Balbontin. “Samstundis er tað av stórum týdningi, at GSI flytir seg frameftir við enn framsøknari málum, og tað er tað, sum vit kunngera í dag. Vit hava eyðmerkt økini, sum vit halda hava størstan tørv á, at vinnulig átøk verða sett í verk, og har vit halda okkara virkisleistur vil viðføra størst framstig”.

Altjóða laksaídnaðurin er enn ungur og veksur skjótt fyri at røkka krøvum frá vaksandi eftirspurningi. Mitt í hesum vøkstri er tað leikluturin hjá GSI at tryggja, at vinnan framhaldandi økir stóru framstigini innan burðardygd, samstundis sum at marknaðarprofilurin hjá laksi sum ein føðslugóð matvøra skal styrkjast.

Um GSI

The Global Salmon Initiative (GSI) er eitt leiðsluátak sum bleiv stovnað í 2013 av altjóða laksaframleiðarum, ið høvdu fokus á at gera munandi framstig viðvíkjandi burðardygd í vinnuni. Í dag umfatar GSI 21 feløg sum leggja alla orku í at røkka málinum at tryggja eina burðardygga keldu av heilsugóðum mati til vaksandi fólkatalið í heiminum, og samstundis minka mest møguligt um umhvørvisligu slóðina og halda fram at betra okkara sosiala íkast.

Limir í GSI eru: Australis Seafoods S.A.; Bakkafrost; Blumar; Cermaq; Salmones Camanchaca SA; Empresas AquaChile; Grieg Seafood ASA; Multiexport Foods S.A.; New Zealand King Salmon; Nova Sea AS; Salmones Austral; Tassal; og Ventisqueros. GSI feløgini eru í Australia, Kanada, Chile, Føroyum, Írlandi, New Zealandi, Noregi og í UK, og hesi geva munandi íkast til búskapirnar í nevndu londum.

GSI hevur eisini eina røð av virðisketu-veitarum sum samstarvsfelagar, bæði í heilivágs- og matvøruvinnuni, herundir Benchmark Holdings plc; BioMar; Cargill; Elanco; Merck, Sharpe og Dohme (MSD) Animal Health; PHARMAC; Salmofood; og Skretting.

Um tú vilt hava meira kunning um GSI ella koma í samband við okkum, kann hetta gerast á:

Fjølmiðlasamband:

Sophie Ryan
GSI CEO
+1 604 506 8414
sryan@globalsalmoninitiative.org

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01