Fýra vilja byggja grønan alibát

Fýra vilja byggja grønan alibát

23.10.2020

Evstamark fyri at lata inn tilboð at byggja nýggjan alibát fyri Bakkafrost, ið skal vera rikin av grønari drívmegi, var mánadagin 12. oktober. Fýra feløg hava latið inn tilboð

Miðskeiðis í juni í ár undirskrivaðu Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður fyri norðurlendskt samstarv, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, ætlanaravtalu um bygging av einum nýggjum grønum alibáti. Tað eru Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri, sum hava tikið stig til verkætlanina, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki. Bakkafrost ynskir at ganga á odda í burðardyggu menningini og luttekur í verkætlanini vegna føroysku alivinnuna.

Uppgávusetningurin var at byggja ein alibát, ið bert nýtir grøna drívmegi. Hetta inniber, at drívmegin skal vera 100% burðardygt framleidd, og báturin má ikki hava nakað útlát av vakstrarhúsgassum.

Mánadagin 12. oktober var seinasta freist at lata tilboð inn, og fýra feløg hava latið inn tilboð og givið tilsøgn um, at tey ynskja at byggja nýggja grøna alibátin. Ein metingarnevnd er niðursett, og teir fýra veitararnir skulu nú leggja síni uppskot fram fyri nevndina, ið síðani tekur støðu til, hvør skal vinna útboðið.

Metingarnevndin fremur sína meting út frá hesum parametrum:

  • Orskuskipan – teknisk loysn (vekt 40%)

  • Prísur (vekt 40%), herundir:

    - Samlaði boðsprísurin

    - Mettur rakstrarkostnaður pr. rakstrartíma, íroknað viðlíkahald og avskriving á orkuskipan

  • Skipsteknisk loysn, t.e. snið, kapasitet, góðska v.m. (vekt 20%)

Metingarnevndin, sum skal taka avgerð, er soleiðis mannað:

  • Umboð fyri Orka/Umhvørvisstovuna: Sigurð í Jákupsstovu

  • Umboð fyri Bakkafrost: Regin Jacobsen

  • Umboð fyri skipstekniska ráðgevan Knud E. Hansen: Thormund Johannesen

  • Umboð fyri Nordisk Energi Forskning: Svend Søyland

Í okkara seinastu frágreiðing um burðardygd, “Sunt Lív 2019”, gav Bakkafrost tilsøgn um at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum niður í helvt áðrenn 2030. Verkætlanin at byggja nýggjan grønan alibát er partur av hesi menning móti eini grønari framtíð. Verkætlanin er framskygd og kann koma at hava stóran týdning fyri, hvørjar loysnir alivinnan og føroyski skipaflotin sum heild koma at velja framyvir.

Samband:
Regin Jacobsen Forstjóri CEO
+298 23 50 01